21.03.2023 · Heilsumálaráðið

Landsstýriskvinnan til Grannakaffi hjá Kvinnufelagnum

Landsstýriskvinnan til Grannakaffi hjá Kvinnufelagnum

Leygardagin hevði Kvinnufelagið Grannakaffi í Mettustovu. Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, var boðin til Grannakaffi hjá Kvinnufelagnum at greiða frá, hvørjar ætlanir hon hevur á krabbameinsøkinum, og at umrøða tilmælini í krabbameinsætlanini, sum varð handað landsstýrismanninum í heilsumálum í fjør.

Tað var ein sera góð og hugnalig løta í Mettustovu. Eitt gott og áhugavert prát, har ymisk sjónarmið komu fram, sum eg kann taka við mær, nú farið verður undir at raðfesta tilmælini í krabbameinsætlanini.
Margit Stórá, landsstýriskvinna