Fríggjadagin í síðstu viku var Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, á vitjan hjá Hvíldarheiminum Naina í Tórshavn.
Á vitjanini varð víst runt á Hvíldarheiminum Naina, har landsstýriskvinnan eisini fekk høvi at heilsa uppá starvsfólk á hvíldarheiminum.
Á myndini: Birna Mohr Joensen, fyristøðukvinna, Margit Stórá, landsstýriskvinna og Elinborg Danielsen, deildarleiðari
Lógargrundarlagið undir Hvíldarheiminum Nainu er Ll. nr. 18 frá 9. apríl 1964 um raksturin hjá Hvíldarheiminum Nainu, ið ásetur, at "landskassin letur árliga studning við játtan á fíggjarlógini". Írestandi útreiðslur gjalda kommunurnar í mun til dagarnar, íbúgvarnir í viðkomandi kommunu hava verið á heiminum.
Á heiminum er pláss fyri 25 fólkum. Heimið er ætlað sum hvíldar- og eftirbataheim. Innleggingartíðin er í mesta lagi fýra vikur í senn.