19.01.2023 · Heilsumálaráðið

Landsstýriskvinnan vitjar Apoteksverkið

Landsstýriskvinnan vitjar Apoteksverkið

Í gjár var Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, og vitjaði á Apoteksverkinum.

Landsstýriskvinnan vitjaði fyrst hjá Landsapotekaranum og í framleiðsluni á Staravegnum. Har fekk hon kunning um heilivágsframleiðsluna hjá Apoteksverkinum, og hvønn týdning framleiðslan hevur fyri føroyska sjúkrahúsverkið og heilsuverkið. Eisini fekk landsstýriskvinnan kunning um framleiðsluna til alivinnuna.

Síðan varð vitjað á Tjaldurs Apoteki. Har tók Petur Oluf Joensen, apotekari, ímóti landsstýriskvinnuni. Á Tjaldurs Apoteki varð kunnað um virksemið hjá Apoteksverkinum, og tær menningarætlanir, sum Apoteksverkið í løtuni arbeiðir við.

Apoteksverkið er ein týdningarmikil liður í okkara heilsuverki. Vit hava eina heilivágsframleiðslu, sum er sera týdningarmikil, og sum vit ikki kunnu verða fyri uttan, í sambandi við ávísar viðgerðir í sjúkrahúsverkinum. Vit hava eitt framkomið apoteksverk, sum vit kunnu vera stolt av.
Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum