27.02.2023 · Heilsumálaráðið

Landsstýriskvinnan vitjar í Fuglafjarðar læknadømi

Landsstýriskvinnan vitjar í Fuglafjarðar læknadømi

Á myndini frá vinstru: Ove Heinesen, Margit Stórá og Per Martin Gregersen.

Hósdagin í farnu var landsstýriskvinnan og vitjaði í kommunulæknaviðtalunum í Fuglafjarðar læknadømi. Fyrst var hon í Gøtudali, har onnur viðtalan í læknadøminum liggur. Í Gøtudali fekk landsstýriskvinnan høvi at síggja umstøðurnar og práta við starvsfólk í læknaviðtaluni. Har prátaði hon eisini við borgarstjóran Per Martin Gregersen og Ova Heinesen, ið er trivnaðar- og starvsfólkastjóri í Eysturkommunu.

Aftaná vitjanina í Gøtudali gekk leiðin til Fuglafjarðar. Landsstýriskvinnan prátaði fyrst við borgarstjóran Dávur Juul, Edvu Jacobsen, forkvinnu í sosialu nevnd í býráðnum, Jóanis Erik Køtlum, kommunustjóra og Jónhild Abrahamsen, sosialdeildarleiðara. Aftaná prátið varð landsstýriskvinnan víst runt í nýggju heilsumiðstøðini, ið Fuglafjarðar kommuna er farin undir at byggja.

Samgongan hevur sett sær sum mál, at avbjóðingarnar í kommunulæknaskipanini skulu loysast. Vitjanirnar í læknaviðtalunum í Fuglafjarðar læknadømi eru liður í hesum arbeiði.

Vit mugu seta okkum yvirskipað mál fyri tær tænastur, ið verða veittar nær borgaranum, sum kunnu tryggja, at tænastustøðið og fakliga støðið er tað sama um alt landið.
Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum

Á myndini frá vinstru: Jóanis Erik Ktølum, Dávur Juul, Edva Jacobsen og Margit Stórá.