07.06.2018 · Heilsumálaráðið

Landsstýriskvinnur samdar um átak at lofta og hjálpa ungum við týðandi sálarligum, sosialum og rústrupulleikum

Landsstýriskvinnur samdar um átak at lofta og hjálpa ungum við týðandi sálarligum, sosialum og rústrupulleikum

Á fundi í Mjørkadali fyrrapartin í gjár skrivaðu landsstýriskvinnurnar Eyðgunn Samuelsen, Sirið Stenberg og Rigmor Dam undir yvirlýsing um at samstarva um tvørgeiraligt átak at lofta og hjálpa ungum, sum hava umfatandi og samansettar sálarligar, sosialar og rústrupulleikar.

Landsstýriskvinnan í almannamálum fekk í apríl í ár handað tilmælið “Megna títt lív” frá einum arbeiðsbólki við umboðum fyri Almannamálaráðið, Heilsu- og innlendismálaráðið, Almannaverkið, Psykiatriska depilin á Landssjúkrahúsinum og Kriminalforsorgini.

Í tilmælinum verður víst á, at tilboðini til hesi ungu tróta ikki í Føroyum og er ein av høvuðsboðskapunum, at vit eiga at gagnnýta verandi tilboð. Hinvegin er tørvur á, at onkur loftar teim ungu og samskipar tilboðini, sum tey ungu fáa.

Tí mælir arbeiðsbólkurin til, at landsstýrið fer undir eitt skipað tvørgeiraligt átak, har hvør myndugleiki sær átekur sær sín leiklut og sín part av umfatandi uppgávuni at lofta og hjálpa hesum ungu.

Taka undir við  tilmælinum
Landsstýriskvinnan í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen ætlar at fylgja tilmælinum frá arbeiðsbólkinum um at skipa eitt tvørfakligt og matrikul leyst toymið undir Almannaverkinum, sum burturav skal arbeiða mið- og stigvíst lofta og hjálpa hesum ungu.

Uppgávan hjá Toyminum verður at fáa og varðveita samband við tey ungu og at virka sum bindilið millum tann unga og teir stovnar/myndugleikar, sum veita viðgerð og tænastur.

Toymið skal tryggja, at ein ætlan verður gjørd saman við tí unga og avvarðandi myndugleikum og stovnum. Ætlanin skal gerast við støði í lívsstøðuni, tørvinum og ynskjunum hjá tí unga og skal fevna um:

  • bústað,
  • luttøku á arbeiðsmarknaðinum
  • skúlagongd og útbúgving
  • heilivágur/psykiatrisk viðgerð/sálarfrøðilig viðgerð
  • viðgerð fyri rúsdrekka-/rúsevnamisnýtslu
  • fíggjarviðurskifti
  • sosial sambond og frítíðarítriv

Samstundis ásannar landsstýriskvinnan eisini, at hesa uppgávuna mugu fleiri partar loysa eins og víst verður á í tilmælinum.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum og Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum taka eisini undir við tilmælinum og fara at gera sítt til, at tey ungu fáa hjálp.

Tær tríggjar landsstýriskvinnurnar eru samdar um, at hesi ungu fólkini ikki røkkast við siðbundnum arbeiðshættum.  Tí vilja tær tríggjar arbeiða fyri, at “systemini” latast upp og fara út har borgarin er. Í viðmerking siga landsstýriskvinnurnar:

“Tað eru ov nógv dømi um, at persónar sum hava tørv á hjálp mugu brúka óneyðuga orku uppá at finna systemið, sum hevur ábyrgd av at veita hjálpina. Vit mugu venda tí á høvdið. Systemini skulu latast upp og finna hesi ungu, sum av ymiskum orsøkum ikki megna at taka hond sum seg sjálvan”.

Gongst sum ætlað verður farið undir hetta í heyst.