04.11.2020 · Heilsumálaráðið

Landsstýrismaðurin fer at gera eina ætlan fyri koronukoppseting

Landsstýrismaðurin fer at gera eina ætlan fyri koronukoppseting

Ongi koppingarevni ímóti koronu – Covid-19 – eru enn góðkend av evropeisku heilivágsmyndugleikunum, men ávísar heilivágsfyritøkur eru tó so sannførdar um síni royndarúrslit, at tær eru farnar undir at framleiða koppingarevni. Statens Serum Institut hevur gjørt avtalu við stóru heilivágsfyritøkuna AstraZeneca um keyp av teirra koppingarevni, og verður tað góðkent, fáa føroyingar eisini atgongd til tað samstundis sum danir.

Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur gjørt av at seta ein arbeiðsbólk at gera eina koronu-koppsetingarætlan fyri Føroyar. Arbeiðsbólkurin skal millum annað koma við tilmælum um, hvussu farast skal fram, tá koppingarevnið er tøkt í Føroyum, eitt nú hvussu nógv skulu koppsetast, og hvør skal hava tilboðið fyrst.

Arbeiðsbólkurin verður settur í næstum, so ætlanin kann vera liðug, tá koppsetingarevnið ímóti koronu – ella Covid-19, sum læknafrøðiliga heitið er – verður tøkt.

Í seinastuni kunnu fólk hava fingið ta fatan, at føroyingar fara at fáa tilboð um koppseting fyri jól, men tað skal takast við stórum fyrivarni, tí enn er onki koppingarevni yvirhøvur góðkent at brúka í Evropa.

Føroyingar kunnu tó vænta sær tilboð um koronukoppseting í somu løtu, sum svenskt-bretski heilivágsrisin AstraZeneca fær góðkent sítt koppingarevni.

Koppingarevni ímóti Covid-19 verða nevniliga støðugt roynd, og ávísar heilivágsfyritøkur eru so sannførdar um síni royndarúrslit, at tær longu eru farnar undir hópframleiðslu av koppingarevni. Ein teirra er AstraZeneca.

Danska Statens Serum Institut hevur gjørt avtalu við hesa fyritøkuna um veiting av koppingarevni. Tað verður væntandi á goymslu í Danmark longu í næsta mánað. Onki koppingarevni verður tó útflýggjað, fyrr enn tað er góðkent, men verður tað góðkent, eru Føroyar tryggjaðar somu veitingartrygd frá Statens Serum Institut sum Danmark.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, vónar, at effektiv koppingarevni skjótt verða góðkend at brúka og leggur dent á, at tað ræður um at vera fyrireikaður til ta tíð.

Tað er eyðsæð, at vit mugu lýsa umstøðurnar og hava eina skipaða ætlan fyri, hvussu vit bera okkum at, tá koppingarevnið er her. Tey í vandabólkum skulu sjálvandi fyrst framat. Vónandi eru vit so heppin, at koppingarevnið, sum Statens Serum Institut hevur bílagt, verður góðkent fyri jól, men tað hava vit onga trygd fyri enn, sigur landsstýrismaðurin.