10.06.2020 · Heilsumálaráðið

Landsstýrismaðurin setur ferð á arbeiðið við ókeypis sálarfrøðiligari hjálp

Landsstýrismaðurin setur ferð á arbeiðið við ókeypis sálarfrøðiligari hjálp

Ein arbeiðsbólkur undir leiðslu av Heilsumálaráðnum handaði í fjør eitt tilmæli til politiska myndugleikan um skipan við ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð til ung og vaksin í aldursbólkinum 15-35 ár, ið stríðast við angist ella lættari til moderat tunglyndi.

Í hesum sambandi hevur Heilsutrygd søkt eftir einum verkætlanarleiðara, sum fær ábyrgdina av at uppbyggja, reka, góðskutryggja og eftirmeta skipanina. Verkætlanarleiðarin, sum skal vera ein sálarfrøðingur við løggilding, hevur fakliga ábyrgdina av skipanini.

Talan er um eitt mál, sum landsstýrismaðurin hevur raðfest, og játtan er í ár sett av á fíggjarlógini til at fáa sett tilboðið í verk. Arbeiðið við at seta tilmælið í verk hevur tikið longri tíð enn ætlað, orsakað av koronastøðuni, men nú eru fyrstu ítøkiligu stigini tikin.

Samstundis arbeiðir landsstýrismaðurin við serstakari lóg um royndarskipanina. Lógin verður eftir ætlan løgd fram á Ólavsøku, samstundis sum ein kunngerð verður gjørd klár til at verða lýst, so skjótt sum lógin fær gildi. So skjótt sum løgtingslógin og kunngerðin eru lýst, er klárt at fara undir at bjóða ungum og vaksnum í aldrinum 15-35 ár, sum stríðast við angist ella lættari til moderat tunglyndi ókeypis, sálarfrøðiliga viðgerð.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður sigur, at hann fegnast um, at ítøkilig stig nú eru tikin til at seta eina skipan í verk, soleiðis at tey í aldrinum 15-35 ár, ið stríðast við angist ella lættari til moderat tunglyndi, kunnu fáa bjóðað ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð.