28.08.2020 · Heilsumálaráðið

Landsstýrismaðurin setur ferð á endurvenjing

Landsstýrismaðurin setur ferð á endurvenjing

Í heyst verða fleiri nýggj endurvenjingartilboð sett á stovn innan Sjúkrahúsverkið, á teimum trimum sjúkrahúsunum. Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur á fíggjarlógini fyri 2020 sett eina serstaka játtan av til at menna endurvenjingina í sjúkrahúsverkinum. Eftir áheitan frá landsstýrismanninum, kom Sjúkrahúsverkið í summar við uppskotið um, hvussu játtanin best møguliga kemur einstaka sjúklinginum til góðar.

Í fleiri ár hevur verið víst á, at tørvur er á fleiri endurvenjingartilboðum í sjúkrahúsverkinum. Góða gongdin, sum annars hevur verið á sjúkrahúsunum, hevur ikki verið eins eyðsýnd innan endurvenjingina. Tað hevur havt við sær at sjúklingabólkar, sum hava havt tørv á endurvenjing, ikki hava fingið nøktandi tilboð, vegna vantandi starvsfólkaorku.

Við øktari starvsfólkaorku verða m.a. hesi endurvenjingartilboðini ment í heyst:

  • Endurvenjing fyri sjúklingar við parkinsonsjúku á Suðuroyar sjúkrahúsi, í samstarvi við Landssjúkrahúsið
  • Eitt skipað tilboð um endurvenjing til sjúklingar við gikt á Klaksvíkar sjúkrahúsi
  • Skipað tilboð um endurvenjing til sjúklingar við krabbameini á Landssjúkrahúsinum
  • Menna eitt endurvenjingartilboð til sjúklingar við hjartasjúku, lungasjúku, diabetes og krabbameini á Suðuroyar sjúkrahúsi
  • Eitt samskipa tilboð um talupedagogiskan stuðul til sjúklingar við apopleksi í Sjúkrahúsverkinum

Landsstýrismaðurin í heilsumálum fegnast um, at ítøkilig úrslit nú spyrjast burturúr øktu játtanini til økið.

Landsstýrismaðurin setti tvær mió. krónur av á fíggjarlógini til nýggj endurvenjingartilboð í 2020, og arbeiðir eisini fyri at fáa játtan til endamálið í 2021, soleiðis at enn fleiri endurvenjingartilboð kunnu verða ment innan sjúkrahúsverkið.