22.12.2022 · Heilsumálaráðið

Leiðsluskrivari til Heilsumálaráðið

Leiðsluskrivari til Heilsumálaráðið

Eitt starv sum leiðsluskrivari í Heilsumálaráðnum er leyst til setan frá 1. februar 2023 ella eftir nærri avtalu.

Um starvið

Talan er um eitt fjølbroytt og spennandi starv, sum tú sjálv/ur verður við til at skapa, til tíðir strævið, men samstundis sera fjølbroytt og mennandi við góðum skeið- og eftirútbúgvingarmøguleikum.

Høvuðsuppgávurnar hjá leiðsluskrivaranum eru at:

  • virka sum skrivari hjá landsstýrismanni og aðalstjóra
  • samskipa lógarmál og onnur løgtingsmál
  • samskipa fundir og verkætlanir
  • samskipa almenn tiltøk
  • samskifta við borgarar vegna landsstýrismann og aðalstjóra
  • málsviðgerð
  • samskiftisuppgávur so sum at leggja út á heimasíðu v.m.
  • skrivarauppgávur annars, herundir málrøkt og rættlestur

Vit hugsa okkum, at tú hevur:

  • skrivstovuútbúgving ella aðra hóskandi útbúgving
  • hollar royndir innan almenna fyrisiting og/ella privata vinnu
  • kunnleika til mál
  • hollan kunnleika til skrivligt føroyskt
  • kunnleika til KT á høgum brúkarastigi
  • royndir í at samskifta við fólk á ymiskum stigi
  • góð samstarvs- og samskipanarevni
  • dugir at arbeiða sjálvstøðugt

Lønar- og setanartreytir:

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Setanarøkið fevnir um Heilsumálaráðið og stovnar undir tí.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Hansu Sørensen, deildarleiðara, tlf. 734051.

Umsókn:

Umsókn við avriti av prógvum og møguligum viðmælum skal sendast til:

Heilsumálaráðið

Eirargarður 2

100 Tórshavn

Teldupost: hmr@hmr.fo

Umsóknarfreist: 15. januar 2023