27.11.2020 · Heilsumálaráðið

Løgfrøðingur til Heilsumálaráðið

Løgfrøðingur til Heilsumálaráðið

Søkt verður eftir løgfrøðingi til Heilsumálaráðið - avloysari fyri starvsfólk í barnsburðarfarloyvi.

Heilsumálaráðið søkir eftir einum dugnaligum løgfrøðingi fyri starvsfólk í barnsburðarfarloyvi. Talan er um tíðaravmarkað fulltíðar starv. Starvið verður sett 1. januar 2021 ella skjótast gjørligt og eitt ár fram.
Heilsumálaráðið er fyrisiting hjá landsstýrismanninum í heilsumálum. Ráðsuppgávurnar fevna um at ráðgeva landsstýrismanni og leiðslu, at umboða ráðið í tvørgangandi samstarvi og at lýsa og avgreiða mál, ið hoyra stjórnarráðnum til.

Førleikar:
Tú hevur løgfrøðiligt embætisprógv. Tú hevur áhuga fyri økinum, ið Heilsumálaráðið umsitur, og ynskir at arbeiða við at menna og dagføra økið. Eisini er tað ein fyrimunur, um tú hevur  viðkomandi arbeiðsroyndir.
Vit vænta, at tú umframt útbúgving frá hægri lærustovni
• hevur áhuga og innlit í samfelagsviðurskifti,
• ert skjót/skjótur at seta teg inn í nýggj fakøki,
• dugir væl at skriva og samskifta á føroyskum og donskum máli,
• dugir at virka í almennum og politiskum umhvørvi,
• hevur góð samstarvsevni og ert arbeiðssom/samur,
• hevur góð egni at arbeiða sjálvstøðugt og ert væl skipað/skipaður


Arbeiðsuppgávur:
Sum fulltrúi kemur tú at arbeiða sjálvstøðugt. Høvuðsuppgávurnar verða løgfrøðilig ráðgeving, lógar- og kunngerðarsmíð, málsviðgerð, greining, gera hoyringssvar, svara fyrispurningum frá Løgtinginum og at tulka lógir og reglur.
Harumframt at umboða stjórnarráðið í møguligum arbeiðsbólkum og samstarvsfora.


Starvið er mennandi og við skiftandi og fjølbroyttum uppgávum. Hóast starvið er sjálvstøðugt og ábyrgdin stór, so verða uppgávurnar eisini loystar í toymum og í samstarvi við aðrar starvsfelagar í ráðnum.


Lønar- og setanartreytir:
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelagið. Setanin fevnir um Heilsumálaráðið og stovnar undir tí, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur stjórnarráð.


Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal sendast til:
Heilsumálaráðið
Eirargarður 2
FO-100 Tórshavn
ella umvegis teldupost á hmr@hmr.fo


Umsóknarfreist:
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 11. desember 2020, kl. 12:00.
Umsøkjarar eru vælkomnir at venda sær til Jan Simonsen, deildarstjóra, á tlf. 734041 ella umvegis teldupost til jan.simonsen@hmr.fo at fáa nærri upplýsingar um starvið.