23.11.2017 · Heilsumálaráðið

Løgfrøðingur til Heilsu- og innlendismálaráðið (avloysarastarv)

Løgfrøðingur til Heilsu- og innlendismálaráðið  (avloysarastarv)

Heilsu- og innlendismálaráðið søkir eftir einum løgfrøðingi til setan skjótast gjørligt. Talan er um eitt avloysarastarv fyri løgfrøðing í farloyvi til 30. november 2018.

Heilsu- og innlendismálaráðið er fyrisiting hjá landsstýriskvinnuni í heilsu- og innlendismálum. Ráðsuppgávurnar fevna um at ráðgeva landsstýriskvinnu og leiðslu, at umboða ráðið í tvørgangandi samstarvi, og at lýsa og avgreiða mál, ið hoyra stjórnarráðnum til.

Í hesum starvi kemur tú serliga at arbeiða við uppgávum innan heilsuøkið, men talan kann eisini verða um uppgávur innan onnur øki.

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 11. desember 2017,  kl. 12:00.

Sí lýsingina her