04.05.2022 · Heilsumálaráðið

Løgtingið samtykt at umvæla og umbyggja gula hús

Løgtingið samtykt at umvæla og umbyggja gula hús

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, fegnast um, at Løgtingið í dag hevur samtykt verklagslógina um at umbyggja og umvæla gomlu læknahúsini, vanliga nevnd gula hús, í Klaksvík.

Samlaða løguupphæddin fyri verkætlanina er 16 mió. kr., og fevnir um læknahúsini og tilhoyrandi økið uttanum húsini.

Við verklagslógini hevur landsstýrismaðurin fingið heimild at gera avtalur um at umvæla og umbyggja gomlu læknahúsini til fyrisitingarbygning og annað hjá Klaksvíkar sjúkrahúsi. Væntandi verður verkætlanin boðin út í fyrra hálvári 2022.

Húsini vórðu bygd í 1923 til læknabústað og til læknaviðtalur. Húsini hava staðið tóm, og hava ikki verið brúkt nógv tey seinastu árini. Ætlanin er nú at umvæla og umbyggja húsini, so tey kunnu nýtast til fyrisitingina og annað tíðaravmarkað virksemi, sum t.d. serligar sjúklingaviðtalur.

Eftir ætlan skulu húsini vera liðugt umvæld og umbygd, so tey kunnu takast í brúk í 2023, við so fáum  broytingum  í  innrætting,  sum  til  ber,  soleiðis  at  dámurin  av  húsunum  kann  verða varðveittur mest møguligt.

Eisini standa gomlu læknahúsini í einum varðveitingarverdum garði við gomlum trøum og gjørdum gøtum. Tað er partur av ætlanini at varðveita partar av garðinum og at endurnýggja aðrar partar.