23.03.2023 · Heilsumálaráðið

Margit Stórá luttikið á norðurlendskum ráðharrafundi

Margit Stórá luttikið á norðurlendskum ráðharrafundi
1 / 3

Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, hevur verið á árliga fundinum millum norðurlendsku heilsu- og almannamálaráðharrarnar.

Høvuðsmálini á fundinum vóru stóra avbjóðingin við mistrivnaði millum ung, styrkt norðurlendskt samstarv á heilsu- og almannaøkinum og støðan við ukrainskum flóttafólkum í Norðanlondum. Undir fundinum undirskrivaðu ráðharrarnir eina yvirlýsing, um betri atgongd hjá fólki við skerdum førleikum til talgildar loysnir.

Margit Stórá kunnaði norðurlendsku ráðharrarnar um tey mál, sum landsstýrið arbeiðir við á heilsu- og almannaøkinum.

Tað er av alstórum týdningi, at vit í Norðanlondum hava eitt gott samstarv innan heilsu- og almannaøkið, tí avbjóðingarnar hjá okkum líkjast so nógv. Við at samstarva kunnu vit fáa íblástur frá royndunum hjá hvørjum øðrum, tá vit skulu finna loysnir uppá tær avbjóðingar, ið vit antin hava ella sum standa fyri framman.
Margit Stórá, landsstýriskvinna