23.09.2024 · Heilsumálaráðið

Margit Stórá: Vit eiga at koppseta børnini – tað skylda vit teimum

Margit Stórá: Vit eiga at koppseta børnini – tað skylda vit teimum

Eg havi sum landsstýriskvinna tikið stig til at fara undir munagóð átøk fyri at fáa uppaftur fleiri foreldur at taka av tilboðunum um ókeypis koppsetingar til børn og ung. Málið er, at vit um eitt ár hava rokkið markinum hjá WHO um undirtøku fyri barnakoppsetingum og HPV-koppsetingini.

Vit vita, at koppseting bæði er tann virknasti hátturin at basa smittandi sjúkum og kann fyribyrgja summum sløgum av krabbameini. Koppsetingin verjir bæði tann, sum hevur fingið koppseting, og hon verjir eisini onnur í samfelagnum – m.a. pinkubørn og onnur, sum eru serliga viðbrekin fyri sjúkum.

Eftirsum undirtøkan fyri koppsetingum í okkara parti av heiminum hevur verið góð, hevur tað eydnast okkum at basa fleiri smittandi sjúkum, sum fyri ikki so nógvum árum síðani vóru sannar plágur. Nógvar av hesum sjúkum elvdu til at børn doyðu ella fingu álvarsligar avbjóðingar, sum tey máttu stríðast við restina av lívinum.

Tað er tí órógvandi at frætta, at undirtøkan fyri barnakoppsetingum og HPV-koppsetingini er fallin seinnu árini. Tá fleiri børn og ung ikki eru koppsett, hava vit ikki ta neyðugu verjuna í landinum móti smittandi og álvarsligum sjúkum, sum vit annars høvdu rokkið við okkara koppsetingarskipan.

Eg havi havt fund við landslæknan, Heilsustýrið, Heilsutrygd, Apoteksverkið, kommunulækna og Gigni. Endamálið var at tosa um munagóð tiltøk at seta í verk, fyri at økja um undirtøkuna fyri koppsetingunum.

Øll eru samd um, at tað er týdningarmikið, at foreldur fáa holla og dygdargóða heilsufakliga kunning um tilboðini um koppsetingar. Harafturat mugu tilboðini verða lætt atkomulig, so foreldur ómakaleyst kunnu fáa koppsett børnini hjá sær. Møguliga er ein av orsøkunum til fallandi undirtøkuna fyri koppsetingum vantandi kunning um tilboðini.

Tí er skjøtul settur á arbeiðið at gera eina skipan, sum fer at kunna foreldrini um, nær børnini kunnu fáa ymsu koppsetingarnar. Í næstum verður eisini farið undir at kanna, hvørjar orsøkirnar eru til, at summi foreldur ikki taka av tilboðunum um ókeypis koppsetingar.

Heimsheilsustovnurin, WHO, hevur sett mørk fyri, hvussu nógv børn og ung í minsta lagi skulu verða koppsett fyri at kunna veita floksmótstøðuføri, sum verður rokkið tá nóg nógv í einum samfelag eru koppsett. Floksmótstøðuførið hevur við sær, at sjúkan ikki fær møguleika fyri at breiða seg í samfelagnum.

Málið er, at vit fyri ársenda í 2025 hava rokkið málunum hjá WHO um undirtøku fyri koppsetingunum.

Eg eri glað fyri, at vit við at koppseta børn og ung kunnu fyribyrgja, at tey gerast sjúk óneyðugt. Sjálv minnist eg ilt á ta tíðina, tá eg hevði meslingar, skáldkoppar og aðrar sonevndar barnasjúkur. Eisini í Føroyum eru børn deyð av hesum sjúkum.

Tað er tó ikki longri síðani enn so, at eisini eg minnist tað kvøl tað elvdi, tá besta vinkonan brádliga, frá degi til dags, misti beiggja sín av smittandi sjúku - eini sjúku, sum vit í dag kunnu fyribyrgja við okkara koppsetingarskipan.

Tað eru helst eisini hesar upplivingar, sum m.a. fáa garvaða kommunulæknan, Signar Dam, at rópa varskó í miðlunum. Hann minnist nógvar harmasøgur, sum elvdar vóru av sjúkum vit í dag kunnu fyribyrgja - um vit vilja.

Tá talan er um koppsetingar haldi eg, at tað er týdningarmikið, at hetta framvegis verður veitt sum eitt tilboð í heilsuverkinum. Eg taki tí ikki undir við teimum, sum mæla til at seta serlig krøv og treytir, og á ein hátt tvinga fólk til at lata seg og børn síni koppseta. Tað eru søguliga sæð nógvar royndir á tí økinum runt umkring, sum ongantíð hava givið nøkur góð úrslit.

Heilsupolitiskt er eingin ivi um, at vit mugu hava koppsetingarstøðuna í landinum aftur á beint.

Vit vita hvør ræðuleiki tað er vit basa á hendan hátt. Tí mugu vit koppseta børnini. Tað skylda vit teimum.

 

Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum