Mánadagin 20. oktober 2025 varð skipað fyri móttøku í sambandi við at Títt Rúm er byrjað í Suðuroynni. Títt Rúm heldur til í hølunum hjá Bláa Krossi á Valarabrekku 2 á Tvøroyri. Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum, bar fram røðu til móttøkuna.
Landsstýriskvinnan segði millum annað soleiðis í røðuni: “Títt Rúm hevur seinastu árini víst, hvussu nógv tað hevur at siga, at børn og ung, ið liva við rúsavbjóðingum í familjuni, fáa eitt rúm, har tey kunnu tosa, verða hoyrd og fáa hjálp. Tað hevur týdning, at tey vita, at tey ikki eru einsamøll.”
Øll røðan kann lesast her.