06.03.2023 · Heilsumálaráðið

Móttøka fyri føroysku Steno Miðstøðini

Móttøka fyri føroysku Steno Miðstøðini

Fríggjadagin var móttøka á nýggju føroysku Steno Miðstøðini á Landssjúkrahúsinum. Móttøkan var í bláa ambulatorii bygninginum, har Útistova og Steno Miðstøðin húsast.

Í røðuni segði landsstýriskvinnan millum annað, “Við at vera ein partur av Steno-felagsskapinum, fáa tit sum starvast innan økið, ein størri samstarvspall, har tit kunna deila og fáa vitan úr. Og tað er í síðsta enda til fyrimuns fyri sjúklingar við diabetes og endokrinologiskum sjúkum.

Endamálið við øllum tí, sum vit gera í heilsuverkinum, eigur at vera, at sjúklingurin ella borgarin fær eina betri tænastu.”

Øll røðan kann lesast her.