23.03.2021 · Heilsumálaráðið

Norðurlandadagurin hátíðarhildin í Norðurlandahúsinum seinnapartin

Norðurlandadagurin hátíðarhildin í Norðurlandahúsinum seinnapartin

Myndatekstur: Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður og norðurlendskur samstarvsráðharri flytur fram røðu.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður og norðurlendskur samstarvsráðharri, setti seinnapartin í dag Norðurlandadagin í Norðurlandahúsinum. Norðurlandadagurin verður hildin 23. mars, sum er dagurin, tá Helsingforsavtalan varð undirritað í 1962 ella fyri 59 árum síðani. Helsingforsavtalan er ein politisk avtala millum Danmark, Svøríki, Noreg, Ísland og Finnland, sum setir karmarnar um norðurlendska samstarvið. Føroyar eru við í hesum samstarvi, eins og Grønland og Áland.

Samstundis eru tað í ár 50 ár síðani, at Norðurlanda Ráðharraráðið varð sett á stovn. Norðurlanda Ráðharraráðið er almenni samstarvsstovnurin hjá norðurlendsku stjórnunum.  Ráðharraráðið arbeiðir fyri felags norðurlendskum loysnum á økjum, har norðurlond  kunnu røkka betri úrslitum við at samstarva heldur enn at loysa uppgávurnar hvør sær.

Sostatt varð bæði Norðurlandadagurin og 50 ára haldið fyri, at Norðurlanda Ráðharraráðið varð sett á stovn, hildið í Norðurlandahúsinum í dag.

Í vælkomurøðu síni kom Kaj Leo Holm Johannesen m.a. inn á føroyska ynskið um fullgildigan limaskap í Norðurlandaráðnum og Norðurlanda Ráðharraráðnum, og hvussu vit skulu arbeiða fram ímóti at røkka hesum máli, sum landsstýrið hevur sett sær. Eisini nevndi landsstýrismaðurin felags norðurlendsku visjón 2030 og okkara leiklut higartil í henni.

Síðan las Lív Róadóttir Jaeger úr sínum yrkingarsavni. Lív er í uppskoti til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, sum verður latin á Ársfundi Norðurlandaráðsins í heyst.

Eitt av stóru málunum á hátíðarhaldinum varð evnið: “Hvørji norðurlandamál hava týdning fyri føroyskan ungdóm” har okkara ungu politikarar o.o. kjakaðust um hetta áhugaverda og viðkomandi evni. Tað kom greitt fram, hvat okkara ungdómur ynskti av norðurlendska samstarvinum. Serliga varð víst á uppraðfesting á grønu kósini hjá Norðurlanda Ráðharraráðnum, men sum í ávísan mun gongur út yvir mentanina. Eisini varð dentur lagdur á týdningin av umhvørvispolitikkinum, málpolitikkinum og mangt annað.

Eftir politiska kjakið spældi ein blásikvartett frá Musikkskúlamiðnámi nøkur norðurlendsk løg og at enda handaði Norrøna felagið  Norrøna herðaklappið 2021 til Þóru Þóroddsdóttir og Martin Næs fyri teirra serliga stóra bókmentanarliga arbeiði.

Frá vinstru Turid Christophersen, forkvinna í Norrøna Felagnum, Þóra Þóroddsdóttir og Martin Næs.

Myndatekstur: Frá vinstru Turid Christophersen, forkvinna í Norrøna Felagnum, Þóra Þóroddsdóttir og Martin Næs.