10.12.2018 · Heilsumálaráðið

Norðurlendsk samstarvsætlan fyri umhvørvi og veðurlag 2019-2024

Norðurlendsk samstarvsætlan fyri umhvørvi og veðurlag 2019-2024

Við góðum umhvørvis- og veðurlagssamstarvi hava Norðurlond í nógv ár slóðað fyri eyðsýndum framstigum, bæði í Norðurlondum og á altjóða stigi. Samstundis vaksa avbjóðingarnar støðugt, bæði í tali og vavi, og hetta ger samstarvið uppaftur týdningarmeiri.

Tíðarskeiðið 2019-2024 fara Norðurlond at samstarva um burðardygga menning í Norðurlondum, í ES-høpi og á altjóðastigi. Í felag fara londini, við serligum denti á Paríssáttmálan, at streingja á at fáa altjóða umhvørvis- og veðurlagssáttmálar framdar miðvíst og at virka fyri dyggari ES-regluverki fyri umhvørvi og veðurlag.

Norðurlendsk samstarvsætlan fyri umhvørvi og veðurlag 2019-2024 (á føroyskum)

Norðurlond skulu framhaldandi ganga undan í veðurlagsumleggingini. Við tí norðurlendska umhvørvis- og veðurlagssamstarvinum fara vit at virka fyri at steðga gongdini við alsamt minkandi lívfrøðiligum margfeldi og geva okkurt íkast til burðardygga nýtslu av okkara náttúrutilfeingi. Í felag skulu vit eisini virka fyri at skunda undir umleggingina til ringbúskap, har nýtsla og framleiðsla fara fram innan fyri mørkini, sum náttúran setur.

Onnur týdningarmikil samstarvsøkir eru arbeiðið at minka um váðan, ið stendst av evnafrøðiligum evnum, og arbeiðið at tálma streyminum av plasti, sum fer í havið. Sammett við undanfarin skeið verður eisini samstarvið um burðardyggar býir, veðurlagstillaging og grøna fígging ment.

 

Norðurlond fara at:

  • samstarva um umhvørvis- og veðurlagspolitikk til at styðja upp undir burðardygga menning í Norðurlondum, í ES-høpi og á altjóðastigi
  • samstarva í altjóða samráðingum og virkið at virka fyri, at altjóða umhvørvis- og veðurlagssáttmálar verða framdir miðvíst. Týðandi dentur skal leggjast á at fremja Paríssáttmálan miðvíst
  • virka fyri, at størri tøk verða tikin at fremja heimsmálini fyri burðardygd í Agenda 2030
  • virka fyri, at tað umhvørvis- og veðurlagspolitiska regluverkið í ES verður ment
  • virka fyri at steðga gongdini við alsamt minkandi lívfrøðiligum margfeldi og fyri at menna burðardygga fyrisiting, sum tryggjar norðurlendsk náttúruvirðir
  • virka fyri ringbúskapi, har nýtsla og framleiðsla fara fram innan fyri karmarnar, sum náttúran setur
  • virka fyri at minka um váðan, sum evnafrøðilig evnir í vørum seta fólk og umhvørvi í, so nógv sum gjørligt
  • virka fyri, at streymurin av plasti og mikroplasti, sum fer í havið, steðgar
  • virka fyri, at Norðurlond framhaldandi verða eitt undangonguøki fyri nýskapandi loysnum, sum kunnu vera til bata fyri umhvørvið
  • virka fyri at varða um og menna samvirkan við aðrar geirar og onnur evnisøkir