Norðurlendsk sjúkrarøktaretisk ráðstevna: Landsstýriskvinnan setti ráðstevnuna
Í gjár setti Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, norðurlendsku ráðstevnuna hjá Sjúkrarøktaretiska Ráðnum.
Á hvørjum ári verður skipað fyri ráðstevnu, fyri limirnar í norðurlendska samstarvinum fyri sjúkrarøktaretisk ráð. Í ár er Sjúkrarøktaretiska Ráðið í Føroyum vertur fyri ráðstevnuni, har evnið er, týdningurin av málburði fyri etikkin í sjúkrarøktini.
Á ráðstevnuni luttaka sjúkrarøktaretisku ráðini í Danmark, Svøríki, Noregi, Grønlandi og Føroyum.
Røðan hjá landsstyriskvinnuni kann lesast her.
Sjúkrarøktaretiska Ráðið er eitt ráð undir Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Sjey limir eru í ráðnum.
Sjúkrarøktaretiska Ráðið hevur til endamáls:
- At varðveita og menna etiska støðið hjá sjúkrarøktarfrøðingum og lesandi
- At vegleiða um etisk ivamál, sum limir og/ella nevnd felagsins leggja fyri ráðið.”