24.06.2020 · Heilsumálaráðið

Norðurlendskur samstarvsráðharrafundur um visjónina 2030

Norðurlendskur samstarvsráðharrafundur um visjónina 2030

Norðurlendsku samstarvsráðharrarnir hittust á netfundi í gjár, 23. juni. Eftir ætlan skuldi fundurin verða í Føroyum, men hetta bar ikki til vegna koronusmittuna.

Á fundinum umrøddu ráðharrarnir serliga norðurlendsku visjónina 2030 og covid-19.

Samstarvsráðharrarnir nýttu nógva tíð upp á at umrøða norðurlendsku visjónina 2030. Semja varð um at gera umfatandi broytingar í fíggjarætlanini fyri at tillaga norðurlendska arbeiðið. Hetta verður gjørt fyri, at til ber at røkka framsøknu málunum í visjónini um, at Norðurlond skulu verða tað burðardyggasta og mest samansjóðaða økið í heiminum.

Í hesum sambandið varð átaksætlanin fyri visjónini komandi fýra árini umrødd. Ætlanin verður tillagað fjórða hvørt ár til 2030, tá ið nýggj visjón skal gerast. Eftir ætlan skal átaksætlanin samtykkjast á samstarvsráðharrafundi í heyst.

“Fundurin í gjár var góður og drúgvur. Vit umrøddu serliga visjónina og tær neyðugu fíggjarligu tillagingarnar. Vit arbeiða við at gera sera stórar fíggjarligar broytingar. Hetta er neyðugt, fyri at vit skulu kunnu koma á mál við tí, sum vit hava sett okkum fyri komandi árini,” sigur Kaj Leo Holm Johannesen, samstarvsráðharri.

Covid-19 fekk somuleiðis drúgva umrøðu á fundinum, har samstarvsráðharrarnir umrøddu, hvussu Norðurlond hvør í sær og í felag handfara slíkar støður.

Kaj Leo Holm Johannesen samstarvsráðharri sigur í hesum sambandi: ”Tað var spell, at vit ikki kundu hava henda ráðharrafund í Føroyum vegna koronu. Vit høvdu fyrireikað okkum væl og glett okkum til at hýsa okkara norðurlendsku samstarvspørtum. Føroyar hava tikið stig til, at formansskapurin, sum er Føroyar, Grønland og Danmark, skipar fyri norðurlendskari ráðstevnu í Føroyum um koronu, tá ið umstøðurnar loyva hesum. Hetta fekk góða undirtøku á fundinum, og víðari fyrireikingarnar fara nú í gongd.”

Til ber at lesa nærri um fundin her.