14.05.2021 · Heilsumálaráðið

Nú kunnu útisetar og útlendingar koppsetast í Føroyum

Nú kunnu útisetar og útlendingar koppsetast í Føroyum

Koppsetingarkunngerðin er broytt soleiðis, at persónar, sum eru í Føroyum í longri tíðarskeið, eisini kunnu koppsetast í Føroyum.

Talan er um útisetar og útlendingar, sum uppihalda sær í Føroyum í minsta lagi 30 dagar. Hesi kunnu fáa fyrru koppseting, tá ið tey hava verið í Føroyum í 14 dagar.

Útisetar og útlendingar, sum hava føroyskt p-tal, kunnu bóka tíð umvegis bókingarskipanina á www.korona.fo. Persónar, sum ikki hava føroyskt p-tal, kunnu ringja til tlf. 304545 gerandisdagar millum kl. 14 og 16.

Kunngerðin kann lesast her.