08.04.2019 · Heilsumálaráðið

Nýbrot: Altíð ein hjartalækni á vakt á Landssjúkrahúsinum

Nýbrot: Altíð ein hjartalækni á vakt á Landssjúkrahúsinum

Heilsuverkið er undir støðugari menning. Viðgerðirnar gerast fleiri og betri og tænasturnar verða alsamt meira spesialiseraðar. Við fígging úr serstøku serlæknapuljuni verður nú skipað soleiðis fyri, at hjartalækni er á vakt á Landssjúkrahúsinum alt samdøgrið.

“Hetta er eitt stórt frambrot fyri føroyskar hjartasjúklingar. Hjartasjúka kann raka nær sum helst á døgninum og viðhvørt stendur um lív. Við hesari raðfesting kunnu vit veita kardiologiska tænastu alt samdøgrið alt árið”, sigur landsstýriskvinnan í heilsumálum, Sirið Stenberg. 

Landssjúkrahúsið fer sostatt at veita eina kardiologiska tænastu, sum er í samsvari við tilmælið hjá danska Heilsustýrinum um, at øll sjúkrahús, sum taka ímóti akuttum medisinskum sjúklingum, kunnu veita kardiologiska tænastu í vaktini. Í løtuni starvast tríggir hjartalæknar á Landssjúkrahúsinum.

Nýggja skipanin varð sett í verk 1. apríl.