07.05.2019 · Heilsumálaráðið

Nýggj ætlan fyri persónlagað medisin til frama fyri føroyska sjúklingin

Nýggj ætlan fyri persónlagað medisin til frama fyri føroyska sjúklingin

Í dag handaði arbeiðsbólkur Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, eina nýggja ætlan fyri persónlagað medisin. Ætlanin skal vera við at gera viðgerðina til sjúklingin neyvari og við færri hjáárinum.

Tað er staðfest, at ikki allir sjúklingar hava gagn av tí heilivágsviðgerð, tey fáa. Men hjá fleiri sjúklingum – eitt nú innan ymsar krabbasjúkur – ber til við persónlagaðum medisini at diagnostisera og viðgera meira neyvt, tá ið vit kenna og brúka ílegurnar hjá sjúklinginum.

Við at taka eina genomroynd av sjúklinginum og síðani at greina genomið, ber til meira nágreiniliga at staðfesta, hvør viðgerð og hvør heilivágur er best egnaður. Eisini er møguligt at staðfesta, hvør viðgerð ella heilivágur ikki virkar hjá ávísum sjúklingum. Á henda hátt kunnu læknar betur málrættað viðgerðina til tann einstaka sjúklingin. 

Í ætlanini fyri persónlagað medisin, sum bleiv handað landsstýriskvinnuni í dag, eru níggju tilmælir. Mælt verður millum annað til at seta ein stýringsbólk til stimburs og eftirlit at samskipa víðari arbeiðið við persónlagaðum medisini í Føroyum og hava eyguni eftir, at setningurin verður fylgdur.

Tað er av týdningi at uppraðfesta starvsfólkaorkuna á økinum. Mælt verður til, at ein kliniskur genetikari og ein bioinformatikari verða settir í starv á Ílegusavninum, sum skulu hava ábyrgd av allari arvafrøðiligari ráðgeving í føroyska heilsuverkinum.

Mælt verður til, at Ílegusavnið verður víðkað til eisini at fevna um genomroyndir til persónlagað medisin. Tað er týdnngarmikið at hava eitt stað í Føroyum, har allar genomroyndir verða savnaðar. Hetta soleiðis, at øll sjúkrahús, viðgerðarstøð og onnur, ið hava genomroyndir um hendi, skulu lata hesar til Ílegusavnið til goymslu.

Eisini verður mælt til at fáa til vega greiðari lógarkarmar um nýtslu av genomroyndum til persónlagað medisin. Somuleiðis verður mælt til at allar dátur verða góðskutryggjaðar, at framtíðar ílegukanningar í størst møguligan mun kunnu verða gjørdar í Føroyum.

Persónlagað medisin í Føroyum – ætlan fyri 2019 til 2024 her