18.05.2020 · Heilsumálaráðið

Nýggj kanningarúrslit tøk týsdagin

Nýggj kanningarúrslit tøk týsdagin

Næstu ferð, nýggj kanningarúrslit verða kunngjørd, verður í morgin, týsdagin tann 19. mai. Hetta kemst av, at ongar kanningar vórðu gjørdar í gjár, sunnudagin.

Sostatt er støðan í Føroyum óbroytt.

187 fólk hava fingið staðfest smittuna, og øll eru staðfest frísk aftur. 8.863 kanningar eru framdar. 

Eingin hevur fingið staðfest smittuna í teimum seinastu 2.593 kanningunum. Seinastu ferð, ein nýggjur tilburður varð staðfestur, var tann 22. apríl, tá tveir føroyingar fingu staðfest smittuna. Fleiri hagtøl kunnu lesast her

Eingin er innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna. 

Heilsumálaráðið 18. mai kl. 09.27