13.11.2020 · Heilsumálaráðið

Nýggj krabbameinsætlan við viðgerðartrygd liðug til várs

Nýggj krabbameinsætlan við viðgerðartrygd liðug til várs

Í seinasta lagi 1. mai næsta ár skal ein nýggj krabbameinsætlan fyri Føroyar vera liðug.

Tað hevur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, gjørt av, og í tí sambandi hevur hann júst sett ein arbeiðsbólk at orða nýggju krabbameinsætlanina og ein stýrisbólk at fylgja við arbeiðnum.

Nýggja krabbameinsætlanin er í samsvari við málini í samgonguskjalinum og hongur eisini væl saman við málunum hjá landsstýrismanninum og samgonguni um viðgerðartrygd.

Tí fer tað eisini at standa í nýggju ætlanini, at ongin krabbameinssjúklingur skal bíða í meira enn 30 dagar eftir útgreining og viðgerð.

Eg eri sera fegin um at kunna seta sjøtul á enn eitt týðandi heilsumál, ið bæði skal fyribyrgja krabbameini og tískil minka um vandan at fáa herviligu sjúkuna og lætta um sjúklingagongdina hjá teimum, sum tíverri kortini verða rakt, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður.

Arbeiðið við nýggju krabbameinsætlanini er býtt í tveir partar. Tann fyrri er ein eftirmeting av verandi krabbameinsætlan frá 2009, har hugt verður eftir, hvørji tilmæli enn liggja á láni, og hvussu tey kunnu setast í verk. Seinni parturin snýr seg um at lýsa verandi støðu við atliti at krabbameinsfyribyrging og sjúklingagongdum hjá føroyskum krabbameinssjúklingum. Metast skal um styrkir og veikleikar og arbeiðsbólkurin skal koma við tilmælum um átøk og fyriskipanir at fyribyrgja krabbameini og tryggja best møguligar sjúklingagongdir.

Ítøkiliga skal arbeiðsbólkurin gera tilmæli um:

  • At fyribyrgja, at fólk fáa krabbamein.

  • At staðfesta krabbamein skjótast til ber.

  • At veita skjóta og dygdargóða viðgerð, so fleiri gerast frísk, og betra útlitini fyri at liva longri við sjúkuni.

  • At veita eina góða og samskipaða sjúklingagongd – bæði í føroyska heilsuverkinum og millum føroyska heilsuverkið og viðgerðarstovnar uttanlands, og har tað verður tryggjað, at ongin krabbameinssjúklingur bíðar longri enn 30 dagar eftir útgreining og viðgerð.

  • At veita eina góða endurmenning við tí endamáli, at sjúklingar og avvarðandi verða hjálpt til ein gerandisdag, sum er so innihaldsríkur sum gjørligt, og har tey kunnu virka so sjálvstøðugt sum til ber.

  • At veita eina so góða palliativa hjálp, sum til ber, seinastu tíðina, fólk liggja sjúk. Hesin parturin kann verða grundaður á tilmælið um palliasjón, frá 2019.

  • At tryggja góð hagtøl á økinum – herundir nágreinilig og dagførd hagtøl, millum annað um hvussu nógvir tilburðir eru, hvussu nógv gerast frísk, hvussu leingi fólk liva við sjúkuni, og hvat deyðiligheitin er.

  • At lýsa fyrisitingarligar, starvsfólkaligar og fíggjarligar avleiðingar av tilmæltu uppskotunum.

Arbeiðsbólkurin er soleiðis mannaður: Jan Simonsen, deildarstjóri í Heilsumálaráðnum (formaður), Petur Joensen, ráðgevi í Heilsumálaráðnum, Kristianna Larsen á Lofti, leiðslufulltrúi í Heilsumálaráðnum, Tordis Kristiansdóttir, yvirlækni og serlækni í onkologi á Landssjúkrahúsinum, Elin Jakobsen, sjúkrarøktarfrøðingur á Onkologisk Ambulatorium á Landssjúkrahúsinum, Jansy Gaardlykke, dagligur leiðari hjá Krabbameinsfelagnum, og Bjarni Wardum, kommunulækni.

Og í stýrisbólkinum sita Turid Arge, aðalstjóri í Heilsumálaráðnum (forkvinna), Tummas í Garði, varastjóri við læknafakligari bakgrund í Sjúkrahúsverkinum, og Durita Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagnum.

Harumframt verður ein tilvísingarbólkur eisini settur í næstum, sum millum annað skal gera viðmerkingar til uppskotini, sum arbeiðsbólkurin kemur við. Tilvísingarbólkurin verður mannaður við umboðum fyri avvarðandi fakfólk, stovnum, sjúklingaumboðum v.m.

Landsstýrismaðurin saman við stýrisbólkinum.

Landsstýrismaðurin saman við arbeiðsbólkinum.