01.01.2022 · Heilsumálaráðið

Nýggjar leiðreglur um sóttarhald

Nýggjar leiðreglur um sóttarhald

Leiðreglurnar fyri tey, sum skulu í sóttarhald eru broyttar. Tað vil siga tey, sum hava havt beinleiðis samband við persón, ið hevur korona.

Skilt verður millum “tættar kontaktir” og “aðrar kontaktir”.

Tættar kontaktir

Tú ert ein ”tøtt kontakt”, um tú hevur verið saman við einum smittaðum persóni seinastu 48 tímarnar, áðrenn hesin fekk sjúkueyðkenni ella varð staðfest smittaður, og um tú samstundis lýkur eina av fylgjandi treytum:

  • Tú býr saman við smittaða persóninum
  • Tú gongur saman við smittaða persóninum, men tit búgva ikki saman
  • Tú býr á kamari saman við smittaða persóninum á t.d. eftirskúla, háskúla, seturskúla ella líknandi
  • Smittaði persónurin hevur gist hjá tær, ella tú hevur gist hjá viðkomandi

Tilmæli til "tættar kontaktir"

Mælt verður til, at tú letur teg kanna skjótast gjørligt, umframt 4 og 6 dagar eftir at tú hevur verið saman við smittaða persóninum.

Mælt verður til, at tú ert í sóttarhaldi í 7 dagar frá tí degi, tú seinast var saman við tí smittaða.

Fáa tit ikki býtt tykkum upp í sóttarhaldstíðini, til dømis tá talan er um eitt barn, sum er smittað, verður mælt til, at tú ert varin, gevur tær far um møgulig sjúkueyðkenni, og letur teg kanna, um sjúkueyðkenni vísa seg dagarnir eftir, at smittaði persónurin er sloppin úr sóttarhaldinum.

Aðrar kontaktir

Tú hoyrir til bólkin ”aðrar kontaktir”, um tú hevur verið saman einum smittaðum persóni seinastu 48 tímarnar, áðrenn hesin fekk sjúkueyðkenni ella varð staðfest smittaður, og sum ikki lúka treytirnar fyri at vera ein “tøtt kontakt”. Aðrar kontaktir eru til dømis:

  • Arbeiðsfelagar
  • Floks-/stovnsfelagar
  • Vinfólk
  • Fólk, sum tú hevur verið saman við til frítíðarvirksemi og sosial tiltøk
  • Fólk, sum tú hevur tosað við í almenna rúminum

Tilmæli til "aðrar kontaktir"

Mælt verður til, at tú letur teg kanna skjótast gjørligt, umframt 4 og 6 dagar eftir, at tú hevur verið saman við smittaða persóninum.

Tú skalt ikki í sóttarhald og kann fara til arbeiðis, í skúla og/ella á stovn, um tú eingi sjúkueyðkenni hevur.

Mælt verður tó til, at tú heldur teg frá øðrum tiltøkum í 7 dagar, eftir at tú hevur verið saman við tí smittaða fyri at steðga møguligari smittuspjaðing.

Tú eigur at vera varin, geva tær far um møgulig sjúkueyðkenni og lata teg kanna, um sjúkueyðkenni vísa seg.

Landslæknin hevur í løtuni nógv at gera, tí smittutrýstið er stórt. Tískil verður ikki ringt til tey smittaðu ella til tey, sum skulu í sóttarhald. Ístaðin fáa tey, sum eru staðfest smittaði við korona, eitt kunningarskriv, sum greiðir frá, hvussu tey skulu bera seg at, hvørjar teirra “tøttu kontaktir” og “aðrar kontaktir” eru, og hvussu hesar skulu bera seg at.

Nýggju leiðreglurnar eru settar í verk.

Tú kanst kunna teg nærri um leiðreglurnar fyri avbyrging, sóttarhald og heimauppihald á www.korona.fo.

Heitt verður á øll um at minnast til almennu ráðini um gott reinføri og at halda frástøðu.