26.02.2018 · Heilsumálaráðið

Nýggjur varastjóri á Landssjúkrahúsinum

Nýggjur varastjóri á Landssjúkrahúsinum

Landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum, Sirið Stenberg, hevur gjørt av at seta Margit Stórá sum nýggjan varastjóra við sjúkrarøktarfakligari bakgrund á Landssjúkrahúsinum.

Margit Stórá er 47 ára gomul, er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur frá 1997, hevur tikið diplomútbúgving í leiðslu frá DSH í 2001, kardiologiska eftirútbúgving í 2004, umframt master of public management á Syddansk Universitet í 2012.

Margit hevur drúgvar royndir innan sjúkrarøkt bæði sum sjúkrarøktarfrøðingur og deildarleiðari. Margit hevur eisini drúgvar royndir innan fyrisitingarliga økið, har hon m.a. hevur umsitið Kommunulæknaskipanina, umframt royndir sum sjálvstøðugur ráðgevi og undirvísari. Síðani apríl 2017 hevur Margit Stórá verið fakligur samskipari á Landssjúkrahúsinum.

Margit Stórá byrjar í starvinum 12. mars 2018.