26.07.2019 · Heilsumálaráðið

Oljutunnur í Mykinesi fara í søguna

Oljutunnur í Mykinesi fara í søguna

Í dag er formlig avtala gjørd millum P/F Magn, Sørvágs kommunu, Elfelagið SEV og Heilsu- og innlendismálaráðið um oljuflutning til Mykinesar.

Í avtaluni eru partarnir samdir um at loysa málið um oljuflutning til Mykinesar soleiðis, at tað slepst undan at flyta oljutunnur út í oynna, og at olja verður koyrd til hvørt húski/oljutanga í bygdini.