12.10.2020 · Heilsumálaráðið

Øll eiga rættin til eitt virðiligt, vart og opið lív

Øll eiga rættin til eitt virðiligt, vart og opið lív

Hóast Norðurlond eru millum bestu lond í heiminum at liva í og verða opin um sín samleika sum LGBTI-persónur, er framvegis tørvur á at verja LGBTI-persónar móti harðskapi og mismuni.

Tað er boðskapurin á kjaktiltaki um LGBTI-persónar í Norðurlondum, sum var í Norðurlandahúsinum í dag. Norðurlendska Ráðharraráðið skipaði fyri tiltakinum, og Kaj Leo Holm Johannesen setti tiltakið sum norðurlendskur samstarvsráðharri Føroya.

Boðskapurin frá føroyska samstarvsráðharranum er greiður.

Fyri meg snýr tað seg um okkara grundleggjandi mannasýn. Tað snýr seg um, at vit sum menniskju vísa respekt og eru virðilig móti hvørjum øðrum. Tí vit eru øll menniskju, óansæð bakgrund, tjóðskap, húðalit og kynsligan samleika. Vit eru øll menniskju, og hava uppiborið at verða møtt við virðing og sóma, segði Kaj Leo Holm Johannesen í setanarrøðuni.

Tá tað snýr seg um at verja minnilutabólkar móti harðskapi og mismuni, helt landsstýrismaðurin, at vit hava nakað eftir á mál í Føroyum, hóast nøkur stig eru tikin.

- Eg haldi, at vit nú skulu virða ta lóggávu, vit hava samtykt. Og harafturat haldi eg, at vit skulu samtykkja tær neyðugu fylgilógirnar, sum skulu gera, at vit sum samfelag ikki gera mismun á minnilutabólkum. Tað snýr seg millum annað um, at samkynd foreldur, sum eru í skrásettum parlagi, missa rættindini til síni børn, tá tey búseta seg í Føroyum. Og at tey fáa somu rættindi sum onnur foreldur, tá tað kemur til barsils- og foreldrafarloyvi, segði Kaj Leo Holm Johannesen, norðurlendsku samstarvsráðharri.

Tiltakið í Norðurlandahúsinum er partur av kjakrøð um forðingar og avbjóðingar í mun til javnstøðu og rættindi hjá LGBTI-persónum í Norðurlondum. Samsvarandi kjaktiltøk verða eisini hildin í hinum Norðurlondunum, og eru partur av arbeiðinum hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum á økinum.

Les alla røðuna her