20.03.2023 · Heilsumálaráðið

Øll eru samd um at yvirtaka farsóttarmál

Øll eru samd um at yvirtaka farsóttarmál

Føroya Løgting hevur í dag einmælt samtykt lógaruppskotini um yvirtøku av farsóttarmálsøkinum. Bæði Trivnaðarnevndin og Uttanlandsnevndin tóku undir við lógaruppskotinum, og mæltu Løgtinginum til at samtykkja yvirtøkuna av farsóttarmálsøkinum.

Hetta merkir, at Føroyar formliga yvirtaka farsóttarøkið á nýggjárinum, tann 1. januar 2024. Farsóttarøkið fevnir um øll tey viðurskifti í tí føroyska samfelagnum, sum kunnu verða ávirkað av einari farsótt, um so er, at tey ikki verða flokkað undir eitt annað málsøki, sum ikki er yvirtikið.

Næsta stig verður, at Heilsumálaráðið fer at fyrireika yvirtøkuna saman við Fólkaheilsustýrinum, og at gera eina avtalu við danskar myndugleikar um samstarv á økinum. Í næstum fer Fólkaheilsustýrið eisini undir at gera eina farsóttartilbúgving, sum skal vera klár at seta í verk, tá tørvur verður á tí.

Eg eri sera fegin um, at Løgtingið hevur tikið undir við at yvirtaka farsóttarmálsøkið. Tíðarskeiðið við koronafarsóttini, hevur víst okkum, at farsóttarmálsøkið eigur at vera á føroyskum hondum, og skal tillagast føroysk viðurskiftir.
Margit Stórá, landsstýriskvinna