26.10.2017 · Heilsumálaráðið

Øll tey trý sjúkrahúsini fingið dygdargóðkenning

Øll tey trý sjúkrahúsini fingið dygdargóðkenning

Landssjúkrahúsið hevur nú eisini fingið dygdargóðkenning – sokallaða akkreditering. Harvið lúka øll sjúkrahúsini tey dygdarkrøv, sum Den Danske Kvalitetsmodel setir.

“At hava eitt dygt og trygt sjúkrahúsverk er av alstórum týdningi í menningini av okkara samfelag. Eg fegnist um hesa dygdargóðkenning, okkara sjúkrahús nú hava fingið. Leiðslurnar og starvsfólkini hava við hesum fingið eitt uppiborið herðaklapp fyri tað megnar arbeiðið, tey hava gjørt í hesum sambandi”, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum.

Tað var í februar, at fólk frá óhefta danska stovninum IKAS vóru og kannaðu, um føroyska sjúkrahúsverkið lýkur tey altjóða dygdarkrøv, sum skipanin ásetir.

Longu í vár metti IKAS samanumtikið, at øll sjúkrahúsini høvdu eitt støði, at tey kundu fáa góðkenning. Tá varð Klaksvíkar sjúkrahús akkrediterað, meðan Suðuroyar sjúkrahús og Landssjúkrahúsið fingu sonevnda fyribils akkreditering.

Suðuroyar sjúkrahús varð akkrediterað í juli og nú er Landssjúkrahúsið somuleiðis akkrediterað.

Um dygdargóðkenning

Akkreditering - dygdargóðkenning - snýr seg um trygd og dygd. Hon hevur til endamáls at menna heilsuverkið og tryggja, at dygdin er á nóg høgum stigi.

Talan um eina tilgongd, har stovnarnir arbeiða við at liva upp til nøkur dygdarkrøv og verða við jøvnum millumbilum mett av einum óheftum fakligum toymi. Verður til dømis eitt sjúkrahús mett at liva upp til dygdarkrøvini, verður sjúkrahúsið góðkent og mett sum "akkrediterað".