29.05.2020 · Heilsumálaráðið

Ongin nýggjur smittutilburður

Ongin nýggjur smittutilburður

Í løtuni er ongin føroyingur staðfestur smittaður við coronasmittuni. Hetta byggir á í alt 9.568 kanningar.

Tað upplýsir Landslæknin, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Í alt hava 187 føroyingar fingið staðfest coronasmittuna, og allir 187 eru staðfestir frískir.

102 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og allar kanningarnar vóru negativar. Ongin nýggjur smittutilburður er staðfestur í Føroyum síðani 22. apríl. Sostatt hevur ongin fingið staðfest smittu í teimum seinastu 3.298 kanningunum.

Ongin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.

Broyttar mannagongdir

Í dag verður mannagongdin viðvikjandi kanningarúrslitum broytt. Áður eru øll fólk, sum hava latið seg kannað, uppringd við svari um kanningarúrslit.

Frá í dag at rokna verður einans ringt til teirra, sum hava fingið staðfest coronasmittuna.

Øll kanningarúrslit verða framvegis kunngjørd um middagsleitið her á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum og á www.corona.fo.

Kanningar í Suðuroy, sum eru gjørdar aftaná fyrrapartstúrin hjá Smyrli, verða greinaðar dagin eftir kanningina, og úrslitið av hesum kanningunum verður tá fyrst tøkt annan dagin eftir kanningina.

Heilsumálaráðið 29. mai 2020 kl. 13:31