14.02.2024 · Heilsumálaráðið

PKU-kortini eru komin heim

PKU-kortini eru komin heim
1 / 14
Tað hevur stóran týdning, at PKU-kortini og annað føroyskt tilfar verður savnað og varðveitt hjá okkum í Føroyum. Tilgongdin at fáa PKU-kortini heim hevur verið drúgv. Heilsumálaráðið og avvarðandi heilsumyndugleikar hava arbeitt við málinum í fleiri ár. Málið hevur havt høga raðfesting hjá mær, og eg eri fegin um, at vit nú fáa PKU-kortini í varðveitslu hjá Fólkaheilsustýrinum.
Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum

Í góð 40 ár hava blóðroyndir verið tiknar av nýføddum børnum í Føroyum, tær sonevndu PKU-blóðroyndirnar ella hælblóðroyndirnar. Hesar blóðroyndir, sum verða goymdar á PKU-kortum, hava higartil verið á goymslu í biobankanum hjá Statens Serum Institut í Danmark.

Føroyski heilsumyndugleikin eigur og hevur ábyrgd av PKU-kortunum. Tað hevur týdning, at alt føroyskt tilfar og skráir verða savnað í Føroyum og gerast partur av undirstøðukervinum hjá Fólkaheilsustýrinum til føroyska heilsugransking.

Samstarvið við Statens Serum Institut og serfrøðingar á Ríkissjúkrahúsinum, um at gera kanningarnar og veita heilsufakliga ráðgeving á økinum, heldur fram. Men tá ið kanningarnar eru framdar, verða PKU-kortini í framtíðini send aftur til Føroya í varðveitslu hjá Fólkaheilsustýrinum, sum er heilsumyndugleikin, ið hevur ábyrgd av at veita heilsufakliga ráðgeving og vegleiðing í Føroyum.

Heilsuvísindaliga granskingin í Føroyum er í rúkandi menning, og tað hevur alstóran týdning, at umstøðurnar fyri heilsugransking framhaldandi verða styrktar og mentar.

Greitt er, at ávís viðurskifti viðvíkjandi heilsu eru serføroysk. Tá PKU-kortini nú verða savnað í Føroyum, verður lættari hjá føroyskum granskarum at fáa atgongd til tey, og sannlíkindini økjast fyri, at granskað verður í serføroyskum viðurskiftum.

Næsta stig verður at fara undir at kanna, hvat skal til, fyri at PKU-kanningarnar kunnu fremjast í Føroyum, soleiðis at tað ikki verður neyðugt at senda PKU-kortini av landinum.

Um PKU-kortini

Blóðroyndirnar eru avlopstilfar frá teimum kanningum, sum Statens Serum Institut fremur út frá hælblóðroyndunum hjá nýføðingum, sum verða tiknar 48-72 tímar eftir føðing. Kanningarnar fevna um 25 álvarsligar viðføddar sjúkur, sum kunnu geva álvarsliga mein, um tær ikki verða uppdagaðar tíðliga. Til ber at lesa meira um kanningarnar her.

PKU-kortini verða goymd til:

  • Nýtslu hjá barninum og familjuni
  • At góðskutryggja kanningar, og at menna greiningar- og kanningarhættir
  • Nýtslu í heilsugransking