30.09.2021 · Heilsumálaráðið

Psykiatriin er millum raðfestingarnar

Psykiatriin er millum raðfestingarnar

Í dag er løgtingsfíggjarlógin fyri 2022 løgd fram, og aftur hesaferð sæst heilsuverkið væl og virðiliga aftur í raðfestingunum – eins og tað er ásett í samgonguskjalinum. Psykiatriin og endurvenjingin fáa høga raðfesting, men onki øki dettur niður ímillum, vissar landsstýrismaðurin um

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, fegnast um, at tað er eydnast at gera so umfatandi raðfestingar í sjúkrahúsverkinum, nú so nógv er lagt fyri at tálma útreiðslunum og fáa vent halli til avlop.

Tað hevur verið avgerandi fyri meg, veruliga at fáa sett sjøtul á betringarnar í psykiatriini, ikki minst tá tað snýr seg um okkara børn og ungu, ið dragast við sálarliga pínu. Eisini er tað eydnast triðja árið á rað at fáa raðfest endurvenjing, sum er avgerandi fyri lívsgóðskuna hjá fólki, ið dragast við ymiskar sjúkur. Vit fáa ikki gjørt alt í senn, men eg eri væl nøgdur við raðfestingarnar, sum vit hava fingið við í fíggjarlógaruppskotið og tann leistin, vit við tí leggja fyri heilsuverkið næsta árið. Onki øki dettur niður ímillum.
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður

Reyði tráðurin í heilsupolitikkinum hjá samgonguni er enn sum áður viðgerðartrygdin og skjót sjúkugreining og eftirfylgjandi viðgerð. Í løgtingsfíggjarlógini fyri 2022 hevur Landsstýrismaðurin millum annað viljað lagt dent á psykiastriina og endurvenjing.

Raðfestingin av psykiatriini er eisini í samsvar við yvirskipaða málið um at javnseta sálarligar og kropsligar sjúkur. Tað er harafturat ein náttúrlig avleiðing av avgerðini um, at nýbyggingin á Landssjúkrahúsinum bæði skal hýsa sjúklingum við ávikavist somatiskum og psykiatriskum sjúkum.. Hetta er millum annað kjølfest í heildarætlanini fyri sjúkrahúsverkið.

Í stuttum eru høvuðsraðfestinganar hesar í fíggjarlógaruppskotinum, men ikki ber til at seta krónur og oyru á allar raðfestingarnar enn.

  • Psykiatri, herundir at styrkja atkomu til bráðfeingis sálarfrøðiliga hjálp og barna- og ungdómssálafrøðirviðgerð. Økið fær tvær milliónir krónur í fíggjarlógaruppskotinum.
  • Palliasjón/krabbameinsætlan – økt læknamanning í sambandi við raðfesting av palliativa økinum.
  • Læknaskrivarar, fýra skulu setast afturat – Landssjúkrahúsið er einasta útbúgvingarstað fyri læknaskrivarar í landinum.
  • Føðsluatstøðingar – tríggir skulu setast afturat, ein á hvørjum sjúkrahúsi.
  • Økja tali á kommunulæknaviðtalum – og harvið betra um heilsutænastur í nærumhvørvinum.
  • Endurvenjing – tvær milliónir krónur til framhaldandi at styrkja endurvenjingina.
  • Rúsevnisfyribyrging – 400.000 krónur verða settar av til Gigni at seta fleiri í útbúgving til heilsufrøðing.
  • Nýggja Fólkaheilsustýrið, sum loksins verður veruleiki – 1 millión krónur verður sett av til hetta í 2022.