09.03.2020 · Heilsumálaráðið

Ráðgeving um corona alt samdøgrið

Ráðgeving um corona alt samdøgrið

Frá í morgin klokkan 9 fyrrapartin ber til at fáa ráðgeving um corona-virusið alt samdøgrið. Tað er Heilsumálaráðið, sum setur samdøgursráðgevingina í verk.

Til ber bæði at ringja og at skriva.

Telefonnummarið er 734050 og teldupostadressan er corona@hmr.fo.

Tað eru læknar, ið fara at svara møguligum fyrispurningum.

Heilsumálaráðið