Frá 1. november 2025 kunnu borgarar, sum fáa tilskotsheimilaðan heilivág, søkja um at koma í eina partgjaldsskipan fyri egingjaldið til heilivág. Landsstýriskvinnan í heilsumálum, Súsanna Bertholdsen, hevur tikið stig til at seta nýggja partgjaldsskipan í verk, sum gevur møguleika at rinda egingjaldið í tólv pørtum gjøgnum árið.
Skipanin merkir, at borgarar kunnu gera avtalu við Apoteksverkið um at rinda ein tólvtapart av egingjaldinum mánaðarliga, í staðin fyri at rinda alt ella ein stóran part av egingjaldinum í einum, tá heilivágur verður útflýggjaður.
Tey, sum eru millum 18 ár og pensjónsaldur, rinda upp til 2.756 kr.* í egingjaldi árliga, og tí verður mánaðarliga gjaldið 230 kr. Pensjónistar og fyritíðarpensjónistar rinda upp til 1.862 kr.* árliga, svarandi til 155 kr. um mánaðin.
Tey, sum velja at vera við í skipanini, skulu sostatt einki egingjald rinda, tá heilivágur verður útflýggjaður á apotekinum. Tey rinda ístaðin eitt fast mánaðarligt gjald, ið svarar til 1/12-part av egingjaldinum. Tá tilskotsárið endar ger Apoteksverkið eitt yvirlit, sum vísir, hvussu nógv er goldið og møguligur munur verður avroknaður.
Landsstýriskvinnan í heilsumálum, Súsanna Bertholdsen, sigur um nýggja tilboðið:
Borgarar kunnu søkja um at koma í partgjaldsskipanina á apotekinum. Tá skipanin er liðugt ment, verður eisini møguligt at søkja umvegis Vangan.
*hetta er egingjaldið galdandi fyri 2025.