05.09.2018 · Heilsumálaráðið

Røða: - Yvirtøkan verður føroyska samfelagnum at frama

Røða: - Yvirtøkan verður føroyska samfelagnum at frama

- Tað kennist rætt, at tað nú eru føroyskir myndugleikar, sum varða av, tí onkursvegna kendist tað ikki rætt, at fólkið í Føroyum, í so viðkvomum og persónligum málum, í veruleikanum skuldi venda sær til myndugleikan í einum øðrum landi fyri at fáa hjálp.

Soleiðis segði Sirið Stenberg millum annað, tá ið hon helt røðu í sambandi við at móttøka var hildin í nýggju Familjufyrisitingini.

Les alla røðuna niðanfyri.

---

Familjufyrisitingin, almenn móttøka tann 4. september 2018

Hjartaliga vælkomin øll til henda fagnaðardag, nú Familjufyrisitingin alment bjóðar okkum øllum á gátt í sambandi við, at tit hava latið upp, og vit ganga nýggjar leiðir.

Ólavsøkudagurin í ár var hátíðardagur eins og altíð. Men í ár hevði dagurin eisini ein serstakan týdning. Tað var nevniliga yvirtøkudagur fyri familjurættarliga økið, sum tá endaliga kom á føroyskar hendur. Tí var ólavsøkan í ár eisini søgulig og kemur at standa sum varði yvir dagin, tá ið føroyska samfelagið tók á seg ábyrgd av stórum og týdningarmiklum málsøki. Tað er tað, vit í dag eru saman um at fagna, og tað gleðir meg innast at hjarta, at hetta eydnaðist.

Vit fingu felt í samgonguskjalið at fáa persóns-, húsfólka- og arvarættin yvirtikan. Arbeiðið byrjaði tíðliga í samgonguskeiðinum og hevur gingið ómetaliga væl. Nú er komið á mál, og málsøkið er flutt frá donskum myndugleikum í Ríkisumboðnum til føroysku Familjufyrisitingina.

Tað er ein sera góð kensla, nú vit loksins eru komin hartil, at økið er yvirtikið, og Familjufyrisitingin letur upp.

Tað kennist rætt, at tað nú eru føroyskir myndugleikar, sum varða av, tí onkursvegna kendist tað ikki rætt, at fólkið í Føroyum, í so viðkvomum og persónligum málum, í veruleikanum skuldi venda sær til myndugleikan í einum øðrum landi fyri at fáa hjálp. Eg eri púra vís í, at fólk hava fingið góða hjálp, tað er ikki tað, tað snýr seg um. Eg havi bara hoyrt gott um ta tænastu, fólk hava fingið. Men tað snýr seg um, at vit sum land sjálvi taka ábyrgd og skipa okkum eftir egnum ynskjum og tørvum.

Við yvirtøkuni av familjurættinum hava føroyingar tikið fult ræði á lóggávu um foreldramyndugleika og samveru; um hjúnaband og hjúnaskilnað, um verjumál, um fosturtøkulóggávu, um ættleiðing, um arvarættin og annað. Tað er eitt stórt og víðfevnt málsøki, sum røkkur í hvørt heim í landinum.

Eg ivist onga løtu í, at tað fer at ganga væl og verður føroyska samfelagnum at frama. Higartil hava vit bert kunnað sett lóggávu í gildi, sum danska Fólkatingið hevur samtykt. Frá nú av kunnu vit gera egnu lóggávu. Til tað hoyrir, at vit eisini sum samfelag taka tey kjak, sum eru neyðug og búgva okkum til støðutakan.

Vit fara at kjakast og skifta orð um, hvussu vit ynskja hesi viðurskifti skipað eftir egnum ynskjum, og tað kjakið fer at menna okkum og flyta okkum fram á leið bæði útbúgvingarliga, samfelagsliga og menniskjaliga. Við at taka ábyrgd, taka vit støðu. Vit gerast búgvin og klókari. Tað er sjálv kjarnin. Tí við ábyrgdini hvessist vitið.

Vit síggja longu fleiri dømi um hetta. Almenningurin kjakast longu um foreldramyndugleika, og kjakið um fosturtøku er av álvara kyknað. Hetta kjakið er sunt fyri okkum. Vit síggja, at nú málsøkið verður nærverandi, so noyðast vit at taka støðu. Frammanundan hevur tað verið ov lætt at siga, at hatta er danskt málsøki, so tað kunnu vit ikki gera nakað við.

Við yvirtøkuni fingu vit eisini nýggja føroyska lóggávu um ættleiðing. Longu har síggja vit stórar batar fyri føroysku ættleiðingarfamiljurnar.  Áralanga ynski um fyrireikingarskeið og uppfylging, tá ið barnið er komið, er nú veruleiki.  Restin av økinum er óbroytt enn.

Men vit vita, at tørvur er á bæði dagføringum umframt nýggjari lóggávu á fleiri økjum. Millum annað tørvar okkum nýggja lóg um foreldramyndugleika. Hetta er eitt stórt arbeiði, sum krevur nógv, soleiðis at vit tryggja rættindini hjá børnunum. Eisini hevur kjak tikið seg upp í sambandi við fosturtøkulógina. So tað er ongin ivi um, at hetta málsøkið kemur at fylla meir og meir í almenna kjakinum nú.

Arbeiðið við sjálvari yvirtøkuni, og við at skipa Familjufyrisitingin hevur gingið væl. Eg fari at takka fyri sera gott samstarv við Ríkisumboðið og danskar myndugleikar, og eisini at bera Løgmansskrivstovuni hjartans tøkk fyri gott samstarv. Starvsfólkini í HIMR hava verið framúr, sum altíð og um tað er nakað, hetta málið vísir, so er tað júst hvussu dugnalig og kompetent starvsfólk vit hava. Tað eri eg ótrúliga stolt av. Tí kenni eg meg eisini sannførda um, at Familjufyrisitingin er í góðum hondum og fullfør at røkja og lyfta framtíðar uppgávur og avbjóðingar.

Eg ynski fyri  Familjufyrisitingina, at tit fáa nakað av friði at leggja frá landi og finna áralagið nú ta fyrstu tíðina. Tí ynskini og væntanirnar til tykkara arbeiði eru bæði stór og krevjandi.

Málsøkið er soleiðis háttað, at tað krevur nógv, bæði fakliga og menniskjaliga. Tit møta fólki, tá ið lívið leikar á. Tað  krevur empati, menniskjaliga nærveru og nærlagni, tol og hjarta  í samanrenning við fakligheitina.

Eg fegnist um, at tað eydnaðist at fáa yvirtøkuna samtykt á løgtingi og ivist slett onga løtu í, at søgan kemur at vísa, at avgerðin var  til frama fyri føroyska samfelagið.

Eg fari at ynskja  Moniku og starvsfólkunum og okkum øllum hjartaliga til lukku við Familjufyrisitingini við ynski um Harrans signing yvir tað týdningarmikla arbeiðið, sum kemur úr tykkara hondum, høvdum og ikki minst- hjørtum.