14.03.2019 · Heilsumálaráðið

Samstarva um at menna heilsuverkini í Útnorðri

Samstarva um at menna heilsuverkini í Útnorðri

Í vikuni hevur fundur verið í Norðurlandahúsinum millum heilsumálaráðharrarnar úr Íslandi, Grønlandi og Føroyum.

Tær tríggjar, Martha Abelsen úr Grønlandi, Svandís Svavarsdóttir úr Íslandi og Sirið Stenberg hava á fundinum viðgjørt møguleikarnar fyri øktum samstarvi innan heilivágsøkið og í mun til at útbúgva og fáa fatur á fleiri læknum og øðrum heilsustarvsfólkum.

Á fundinum greiddu tær frá um gongdina seinnu árini, og vísti landsstýriskvinnan millum annað á mongu frambrotini, sum hava verið á sjúkrahúsøkinum. Virksemið er økt nógv, og bara hetta síðsta árið er virksemið vaksið næstan 10 prosent í sjúkrahúsverkinum. Eisini hava munandi fleiri serlæknar tikið við starvi á sjúkrahúsinum og í kommunulæknaskipanini.

Hóast ymisk í vavi, so stríðast heilsuverkini í Útnorðri við fleiri av teimum somu avbjóðingunum. Eftirspurningurin á heilsutænastum økist í stórum, og tó at batar eru, so hava londini hava ilt við at fáa til vega nóg nógvar læknar at seta í føst størv.

Viðgerðarhættirnir við heilivági gerast betri og fleiri og harvið eisini dýrari, og er hetta ein gongd, sum leggur trýst á útreiðslurnar í heilsuverkinum allastaðni. Neyðugt er við neyvari stýring og skynsomum raðfestingum innan heilivágsnýtsluna. Í hesum sambandi varð greitt frá føroysku royndunum á økinum.

Í sambandi við fundin, sum hesaferð var í Føroyum, vitjaðu tær tríggjar starvssystrarnar eisini framleiðsueindina hjá Apoteksverkinum og á Landssjúkrahúsinum.