01.03.2022 · Heilsumálaráðið

Semjuskjal millum Føroyar og Ísland

Semjuskjal millum Føroyar og Ísland

Í dag undirritaðu Rúna Hauksdóttir Hvannberg, stjóri fyri íslendska heilivágsstýrið (Lyfastofnun) og Hjalti Gunnarstein, landsapotekari, semjuskjal um samstarv í sambandi við fyrisiting á heilivágsøkinum.

Endamálið við semjuskjalinum er at styrkja fatanina av heilivágsreglugerð, krøvum og tilgongdum landanna millum. Semjuskjalið skal, við upplýsing og skjølum í sambandi við eftirlit av heilivági og medisinskari útgerð, gera samskifti millum partarnar einfaldari. Harumframt skal semjuskjalið virka fyri at menna samstarvið millum tjóðirnar viðvíkjandi heilivági og medisinskari útgerð. Loksins skal semjuskjalið økja tænastumegina til tess at nøkta tørvin hjá føroyska og íslendska fólkinum, við tí fyri eyga, at økja um atgongdina til heilivág og medisinska útgerð.

Kaj Leo Holm Johannesen, heilsumálaráðharri Føroya, fegnast um undirskrivaða semjuskjalið millum Føroyar og Ísland og sigur:

Tað frøir meg at vit nú taka stig til at skipa okkara samstarv við Ísland á heilivágsøkinum enn betur, og vónandi er hetta byrjanin til sterkari handilssambond landanna millum.

Undirritanin fór fram á sendistovu Føroya í Reykjavík.