20.08.2025 · Heilsumálaráðið

Síðsta hond verður løgd á Heilsupolitikkin fyri Føroyar

Síðsta hond verður løgd á Heilsupolitikkin fyri Føroyar

Arbeiðið at orða ein samlaðan heilsupolitikk fyri Føroyar nærkast nú endanum. Í hesum sambandi heilsaði Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum, uppá ráðgevarabólkin, sum hevur verið knýttur til arbeiðið við heilsupolitikkinum.

Ráðgevarabólkurin er mannaður við fakfólki og sjúklingaumboðum. Uppgávan hevur verið at koma við uppskotum um átøk; ráðgivið um uppskot, sum eru komin frá ymsum øðrum pørtum og at ráðgeva um raðfestingar av málum og átøkum.

Landsstýriskvinnan fegnast um, at arbeiðið nú er komið so langt:

Tað gleðir meg, at vit fáa ein samlaðan heilsupolitikk fyri Føroyar. Politikkurin fer at vísa á, hvat vit skulu miða eftir, og hvørjar raðfestingar skulu gerast á heilsuøkinum í framtíðini. Hetta verður eitt týdningarmikið amboð til at menna føroyska heilsuverkið ogtil fyribyrging og heilsufremjan til allar føroyingar.
Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum

Heilsupolitikkurin fevnir um tíðarskeiðið 2025–2035 og hevur til endamáls at seta felags kós fyri framtíðina á heilsuøkinum. Við politikkinum verður dentur lagdur á fyribyrging og heilsufremjan, samstundis sum tryggjað verður, at røtt viðgerð verður veitt á rætta staði og til rætta tíð.

Ætlanin er, at uppskotið til heilsupolitikk verður lagt fyri Løgtingið í ár.

Á myndini omanfyri er landsstýriskvinnan saman við verkætlanarbólkinum og ráðgevarabólkinum, f.v.: Petur Joensen, Per Busk, Jákup N. Olsen, Magni Mohr, Súsanna Bertholdsen, Turid Holm Johannesen, Guðrið Andorsdóttir, Hildur Túná Fjørdal, Marna Ellingsgaard Jensen, Sólrun Foldbo og Sigurd M. Simonsen.