01.11.2017 · Heilsumálaráðið

Sirið á fundi við norðurlendskar ráðharrar

Sirið á fundi við norðurlendskar ráðharrar

Landsstýriskvinnan Sirið Stenberg er í hesum døgum á ársfundi hjá Norðurlandaráðnum, sum verður hildin í Helsinki í Finnlandi.

Umframt at luttaka á ársfundinum varð Sirið Stenberg mikudagin á fundi við teimum norðurlendsku umhvørvismálaráðharrunum. Á fundinum umrøddu ráðharrarnir eina røð av málum á umhvørvisøkinum, sum hava felags áhugað.

Sirið Stenberg kunnaði umhvørvisráðharrarnar um tey málini, sum samgongan hevur sett sær fyri at fremja á umhvørvisøkinum. Somuleiðis greiddi hon frá, hvat er gjørt og um hvørjar avbjóðingar eru fyri at kunna røkka teimum settu málunum.

Sirið Stenberg sigur, at vit hava stórt gagn av at vera við í tí norðurlendska umhvørvissamstarvinum. Harafturat er tað týdningarmikið, at tað norðurlendska umhvørvissamstarvið eisini fevnir um smá samfeløg og útjaðaran í Norðurlondum.