07.11.2018 · Heilsumálaráðið

Sirið handaði filmsheiðurslønir

Sirið handaði filmsheiðurslønir

-Allir filmarnir, sum í dag fáa handað heiðursløn, eru góð dømi um, at yngra ættarliðið kann læra eldra ættarliðið at skilja pappír og papp rætt. Røtt skiljing er fyrsta treytin fyri nøktandi endurnýtslu.

Soleiðis segði landsstýriskvinnan í umhvørvismálum millum annað, tá ið hon mándagin var boðin í Perluna at handa vinnarunum av filmskapping virðisløn. Evnið fyri filmskappingini var at lýsa hvussu vit kunnu endurnýta meira pappír og papp.

Fyrstu virðisløn fekk Jóhann Katrina Jacobsen fyri filmin "Papp-dukkuhúsið". Aðru virðisløn fekk Aron Mikkelsen fyri filmin "Drongur teknar og triðu virðisløn fingu næmingar á Glasi fyri filmin "Pappírsflog".

Tað var í juni mánað í ár, at Umhvørvisstovan lýsti við filmskapping. Endamálið var at gera film um, hvussu vit øll kunnu økja um endurnýtsluna av pappíri og pappi. Ein norðurlendsk frágreiðing vísir, at í Føroyum ber til at tvífalda mongdina av pappi og pappíri, sum fer til endurnýtslu. Fyrireikarnir fegnastu um sera góða undirtøku, tí inn komu heilir 29 filmar. Dómsnevndin gjørdi av at lata trimum teimum bestu filmunum ein vinning.

Teir tríggir filmarnir vera at síggja í "Gevið Gætur" hjá Kringvarp Føroyar seinni í vetur.