24.05.2018 · Heilsumálaráðið

Sirið Stenberg á ráðharrafundi um orku

Sirið Stenberg á ráðharrafundi um orku

Landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum hevur í vikuni verið í Svøríki á fundi við norðurlendsku starvsfelagarnar á orkuøkinum.

Á ráðharrafundinum greiddi landsstýriskvinnan frá, at vit í Føroyum hava sum mál, at øll elframleiðslan verður 100 prosent grøn í 2030. Í næstum verða eftir ætlan trý stór útboð av vindorku, sum koma at økja grøna partin av elframleiðsluni munandi.

Sirið Stenberg vísti somuleiðis á tey átøk, sum eru gjørd fyri at fremja grøna orkuskiftið, eitt nú, at hitapumpur og elbilar nú eru frítiknir fyri meirvirðisgjald. Eisini vísti hon á uppskotið um at differentiera elprísir til hitapumpur og elbilar og at ein arbeiðsbólkur í løtuni leggur síðstu hond á frágreiðing við ætlanum fyri, hvussu orkumálini kunnu røkkast.

Eftir ráðharrafundin undirskrivaði landsstýriskvinnan vegna Føroyar eina felags fráboðan um, at Norðurlond skulu ganga á odda at gera orkuframleiðsluna alt meira grøna til tess at tálma útlátið av vakstrarhúsgassum.

Felags fráboðanin tekur støði í París-sáttmálanum frá 2015 og Heimsmálunum hjá Sameindu Tjóða fyri burðardyggari menning.

Norðurlendski ráðharrafundurin varð hildin í Lund í Svøríki í sambandi við stóru altjóða orkuvikuna í Keypmannahavn og Malmø, nú Clean Energy Ministerial 9 og Mission Innovation 3 koma saman at fremja grøna orkuskiftið. Á hesum fundum hittast orkuráðharrar frá øllum G20 londunum umframt Norðanlondum at skifta orð um framtíðar orkupolitikk á heimsstigi.