02.07.2019 · Heilsumálaráðið

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna fegnast um, at nýggir kommunulæknar eru settir í starv

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna fegnast um, at nýggir kommunulæknar eru settir í starv

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum fegnast um, at tríggir nýggir kommunulæknar afturat eru settir í fast starv. “Fyri borgararnar er tað sera gleðiligt, at tey nú kunnu fara til sín egna kommunulækna. Hetta er tó serliga gott hjá teimum, sum hava varandi sjúkur” sigur hon.

“Kommunulæknaskipanin er ein týðandi partur av okkara heilsuverki, og tí hevur kommunulæknaøkið eisini fingið eina høga raðfesting í hesum samgongutíðarskeiðinum” sigur Sirið Stenberg.

Talið á kommunulæknaviðtalum er økt úr 30 til 34 í sama tíðarskeiði og hevur tað ongantíð verður so høgt sum nú, sigur hon.

Sirið Stenberg fegnast somuleiðis um, at talið á kommunulæknum í føstum starvi er tað hægsta nakrantíð. Tá teir tríggir kommunulæknarnir byrja í størvunum, verða 28 kommunulæknar í føstum starvi.

Eitt annað økið, sum  er raðfest, er útbúgving av læknum. Nevnast kann, at KBU-skipanin (klinisk basisuddannelse) nú er broytt (KBU-skipanin nevndist áður turnus). Broytingin merkir, at føroyingar nú fáa framíhjárætt til at taka part av útbúgving síni í Føroyum.

Harafturat velja fleiri læknar at taka serútbúgving sína sum kommunulækni í Føroyum. Higartil hava 24 læknar tikið serútbúgving sum kommunulækni ella partar av henni í Føroyum, og starvast meginparturin av teimum í Føroyum.

 

Heilsu- og innlendismálaráðið