07.01.2022 · Heilsumálaráðið

Sjúkrahúsverkið skal koppseta børnini fyri koronu

Sjúkrahúsverkið skal koppseta børnini fyri koronu

Ætlanin at lata kommunulæknarnar koppseta tey 5-11 ára gomlu børnini fyri koronu bar ikki á mál. Tí verður tað Sjúkrahúsverkið, sum skal standa fyri koppsetingunum.

Stutt fyri jól gjørdi landsstýrismaðurin í heilsumálum av eisini at geva teimum 5-11 ára gomlu børnunum møguleika fyri ókeypis koppseting fyri COVID-19.

Tá var ætlanin, at kommunulæknarnir skuldu taka sær av at koppseta børnini. Farið varð undir arbeiðið, hvussu hetta skuldi skipast og undir samráðingar um gjald fyri koppsetingarnar.

Hetta bar tó ikki á mál, og í staðin er avgerð tikin um, at tað verður Sjúkrahúsverkið, sum skal standa fyri koppsetingunum.

Arbeitt verður nú við at finna ein leist fyri, hvussu koppsetingin av børnunum skal skipast, og tá tað er greitt ein av fyrstu døgunum, verður kunnað nærri um, nær og hvar koppsetingarnar fara fram.

Í august fingu tey ungu í aldrinum 12-15 ár eisini tilboð um ókeypis koppseting, og her hava 73 prosent nú fingið fyrra prikið og 67 prosent annað prikið.