12.12.2019 · Heilsumálaráðið

Skjøtil settur á formansskap Norðurlandaráðharraráðsins 2020

Skjøtil settur á formansskap Norðurlandaráðharraráðsins 2020

Kaj Leo H. Johannesen, samstarvsráðharri, var í gjár vertur fyri tiltaki, ið varpaði ljós á komandi danska/føroyska/grønlendska formansskapin fyri Norðurlandaráðharraráðið næsta ár.

Landsstýrismenninir fyri orku og fiskivinnu, Helgi Abrahamsen og Jacob Vestergaard, løgdu fram um innihaldið í teirra parti av formansskapinum, og stóra formansskapsorkuverkætlanin var eisini løgd fram.

Hetta er fyrstu ferð, at Føroyar hava ein so stóran leiklut i formansskapinum, hóast vit hava luttikið fyrr, og staðið á odda fyri verkætlanum, bæði í 2010 og 2015.

"Eg leggi stóran dent á, at Føroyar og okkara umboð í norðurlandasamstarvinum taka hesa uppgávu á seg, og gera sítt allarbesta fyri at skipa fyri góðum fundum og tiltøkum í næsta ár. Vit ynskja jú sterkari umboðan í norðurlandasamstarvinum, og nú hava vit møguleikan at vísa, hvat okkara ískoyti kann verða", sigur Kaj Leo H. Johannesen.

Formansskapurin skiftir frá Íslandi til Danmark/Føroyar/Grønland tann 1. januar. Yvirskipaða heitið er "saman um framtíðar loysnir", og fokus er á tær tríggjar strategisku raðfestingarnar, sum nýggja visiónin hjá norðurlendsku stjórnarleiðarunum stingur út í kortið, fyri samstarvið tey næstu 10 árini: grønu norðurlond, kappingarfør norðurlond og sosialt burðardygg norðurlond.

Meira kunning um formansskapin finst her: www.hmr.fo/formansskapur2020