07.07.2021 · Heilsumálaráðið

Soleiðis virkar flokkimmunitetur

Soleiðis virkar flokkimmunitetur

Tá føroyska fólkið hevur fingið flokkimmunitet ímóti koronu, er ikki longur vandi fyri ógvusligum útbrotum, har sjúkan spreiðir seg uttan tamarhald. Men flokkimmunitetur merkir tó ikki, at ongin tá kann gerast sjúkur longur.

Vit laða okkum varðar á leiðini í verjuni ímóti koronu og niðurberjingini av farsóttini. Vit merkja okkum teir rundu dagarnar, fyrst tá tíggju prosent av okkum vórðu koppsett, síðani 20 prosent, triði hvør og so framvegis. Og nú hava 58 prosent av øllum føroyingum fingið fyrsta prikið, og sløk 40 prosent hava fingið seinna prikið, og eru liðugt koppsett.

Tað er at frøast um, at tað hevur gingið so væl at koppseta so nógvar føroyingar, uttan at sjúkan veruliga er sloppin at fáa fastatøkur í Føroyum. Og við fáum undantøkum eru tey, sum kortini eru blivin sjúk, sloppin væl – tey eru komin væl fyri seg aftur.

Málið er tó flokkimmunitetur, sum er tann stóri varðin á leiðini. Tí tá tað málið er rokkið, missir sjúkan takið og fer so líðandi at hvørva.

Tá tað snýr seg um koronu, COVID-19, hevur verið sagt, at flokkimmunitetur er rokkin, tá 70-75 prosent av fólkinum er koppsett. Nýggj meira smittandi frábrigdi av virusinum, til dømis tað sonevnda deltafrábrigdið, hava tó fingið donsku heilsumyndugleikarnar at ivast í, um 70-75 prosent er nóg mikið. Tí hevur Sundhedsstyrelsen mælt til, at ung í aldursbólkinum 12 til 15 ár eisini verða koppsett. Koppsetingarbólkurin hevur ikki tikið støðu til, um tey í aldursbólkinum 12-15 ár skulu fáa tilboð um koppseting. Arbeitt verður við málinum

Men hugtakið flokkimmunitetur verður ofta misskilt

Tað liggur í orðinum, at flokkimmunitetur verjir fjøldina. Prinsippið er einfalt at skilja: Tess fleiri fólk í einum landi ella avmarkaðum øki hava andevni ímóti eini smittandi sjúku, til dømis koronu, tí tey eru koppsett ella longu hava verið sjúk, tess minni eru sannlíkindini hjá ókoppsettum fólki at renna seg í fólk, sum eru sjúk og tískil kunnu smitta.

Tá flokkimuniteturin er rokkin, eru hesi sannlíkindini vorðin so smá, at tey flestu, sum kortini verða smittað, verða frísk aftur uttan at hava smittað nakran annan. Tá doyr smittan spakuliga út. Tað kann samanberast við ein vatnbrunn, tá turkur er – tað rennur meira úr brunninum enn í hann, og tí tømist hann.

Smittan doyr tó ikki út beinanvegin, tá flokkimmuniteturin er rokkin. Og sjúkan kann vitja aftur, til dømis í sambandi við ferðing. Tí er vert at geva gætur, at flokkimmunitetur als ikki merkir, at ongin longur kann gerast sjúk/-ur. Er eitt fólk ikki koppsett ella ikki longu hevur havt koronu, so hevur tað ikki andevni ímóti sjúkuni. Tí kann tað saktans verða smittað og gerast sjúkt, sjálvt um alt fólkið samlað sæð hevur rokkið markinum fyri flokkimmuniteti.

Tað er tí skeivt at halda, at einum ikki nýtist at koppsetast, men at tað er nóg mikið bara at ansa væl eftir ikki at gerast sjúk/-ur, áðrenn fjøldin hevur fingið flokkimmunitet, tí tá fer hann at syrgja fyri hundrað prosent verju.

Tað fer hann ikki. Flokkimmuniteturin ger sannlíkindini fyri smittu minni og forðar fyri ógvusligari smittuútbreiðslu, men ert tú ókoppsett/-ur og so óheppin at koma í samband við ein, ið ber koronusmittuna, so er stórur vandi fyri at fáa koronu, sama um fólkið annars hevur flokkimmunitet

COVID-19 koppsetingarbólkurin