Fyrikomandi starvsfólk til avgreiðslu
Eitt starv í felags avgreiðsluni í Almannamálaráðnum og Heilsumálaráðnum verður við hesum lýst leyst til setan 1. januar 2023 ella eftir nærri avtalu.
Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um:
- ansa avgreiðsluni
- telefonavgreiðsla
- dagliga umsiting av klokkuskipanini
- innkeypi fyri ráðini
- fyrireika fundir
- vanligt skrivstovuarbeiði
- annað fyrifallandi arbeiði
Vit hugsa okkum hesar førleikar:
- skrivsstovuútbúgving ella líknandi útbúgving
- góð samskiftis- og samstarvsevni
- tænastusinnað/ur
- ábyrgdarfull/ur
- sjálvstøðugt arbeiðslag
- kunnleika til arbeiði í vekslara
- kunnleika til edv á brúkarastøði
- góðar málsligar førleikar á føroyskum, donskum og enskum
Lønar- og setanartreytir:
Starvið fevnir um 30 tímar um vikuna og verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið, í lønarflokki 3. Starvið er skipað undir Tænastueindini í Heilsumálaráðnum, sum røkir felagsfunktiónir fyri bæði Almannamálaráðið og Heilsumálaráðið.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Hansu Sørensen, deildarleiðara, á tlf. 734051.
Umsókn
Umsóknir við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum skal sendast við telduposti til: hmr@hmr.fo.
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 7. november 2022.