26.05.2023 · Heilsumálaráðið

Stórfingin gáva kemur væl við hjá okkum øllum

Stórfingin gáva kemur væl við hjá okkum øllum

Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, hevur fingið tilmæli frá leiðsluni í Sjúkrahúsverkinum um at taka ímóti gávu at rinda fyri keyp av MR-skannara til Klaksvíkar sjúkrahús. Eina gávu, sum landsstýriskvinnan ynskir at taka ímóti.

“Fyrst og fremst fari eg at nýta hetta høvi til, at takka tykkum, sum ynskja at lata Sjúkrahúsverkinum eina so stórfingna gávu. Ein gáva, sum í stóran mun kann verða við til at hækka góðskuna á kanningum, umframt at gera tað møguligt, at fremja nógvar kanningar í Føroyum, sum annars høvdu verið gjørdar uttanlands.”, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum.

Í apríl í ár vendi umboð fyri gávugevarar sær til stjóran á Klaksvíkar sjúkrahúsi, við ynski um at lata Klaksvíkar sjúkrahúsi eina peningagávu á 13 mió. kr. til at rinda fyri keyp av einum 3 Tesla MR-skannara. Gávan verður latin í sambandi 125 ára stovningardagin hjá Klaksvíkar sjúkrahúsi.

Fyri at hava betur grundarlag at taka støðu til gávuna, varð leiðslan í Sjúkrahúsverkinum, tað eru stjórarnir á teimum trimum sjúkrahúsunum, biðin um at lýsa, hvørja ávirkan ein slíkur MR-skannari á Klaksvíkar sjúkrahúsi hevur heilsufakliga og fíggjarliga. Leiðslan skuldi eisini meta um, hvussu gávan samsvarar við yvirskipaðu strategiina fyri Sjúkrahúsverkið. Landsstýriskvinnan hevur nú fingið tilmælið frá leiðsluni í Sjúkrahúsverkinum.

Gávugevararnir hava fingið boð um, at landsstýriskvinnan ynskir at taka ímóti gávuni, men at ynski um at skannarin skal kunna nýtast privat, verður ikki gingið á møti.

Næsta stigið er, at fáa politiska undirtøku í Løgtinginum.

Tilmæli frá leiðsluni í Sjúkrahúsverkinum kann lesast her