18.04.2018 · Heilsumálaráðið

Stuðul latin 18 verkætlanum um útoyggjamenning

Stuðul latin 18 verkætlanum um útoyggjamenning

18 umsóknir hava fingið játtað stuðul til útoyggjamenning. Stórur áhugi er fyri at gera tiltøk, sum virka mennandi fyri útoyggjar og fekk Heilsu- og innlendismálaráðið íalt 26 umsóknir um stuðul.

Hesi 18 fingu stuðul í 2018 fyri tilsamans 800.000 krónur:

  • Útoyggjafelagið 240.000 krónur
  • Kellingargarður, Hattarvík 40.000 krónur
  • Umvæla bygdagøtu og avmerkja staðarnøvn í Hattarvík 20.000 krónur
  • Betur umstøður at hava tarvskálvar/tarvar til kjøtframleiðslu á Kirkju 10.000 krónur
  • Bátasavn í Svínoy 30.000 krónur
  • Upplivingarsetur í Svínoy 30.000 krónur
  • Verkætlan fyri garðin á Stórheygnum í Svínoy 30.000 krónur
  • Torvhús í Svínoy 30.000 krónur
  • Broyta gamalt neytafjós til nýmótans seyða- og sláturhús á Trøllanesi 40.000 krónur
  • Søla av heimaframleiddari vøru til ferðavinnu á Trøllanesi 20.000 krónur
  • Dagføring av flettingarrúmi á Trøllanesi 40.000 krónur
  • Skinku og ostaframleiðslu á Trøllanesi 10.000 krónur
  • Matstovan Viljin á Húsum 50.000 krónur
  • Ístandsetan av bygdarhúsinum á Húsum 30.000 krónur
  • Oljuflutningur í Mykinesi 60.000 krónur
  • Skúvoyar Bygdarsavn, varðveitan av fuglaveiðuútgerð 40.000 krónur
  • Hjá Ingu, Ból og biti, Skúvoy 30.000 krónur
  • Menning av sterkum løgi úr kolorabi- og majrótum, Dímun 50.000 krónur
Um játtanina

Endamálið við játtanini er at stuðla tiltøkum sum eru mennandi fyri útoyggjar. Stuðulin kann veitast einstaklingum, virkjum, feløgum, og kommunum.

Ávísar treytir eru fyri at veitast kann stuðul. Útoyggjar sum koma undir hesa skipan eru: Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Mykines, Hestur, Koltur, Skúvoy og Stóra Dímun. Harumframt skal m.a. greiðast frá hvat endamálið er við einstøku verkætlanini, hvussu hon verður framd í verki, og skal fíggjarætlan eisini fyriliggja.